Samfelagsstevna í Havn
Ebenezer: Í døgunum 1. til 5. novembur verður samfelagsstevna í Havn.
Evnið í ár er ”Tit trúgva á Gud, trúgvið á Meg við,” sigur Jesus.
Endamálið er at vísa á Jesus, sum okkara einastu vón. Bæði fyri mannaættina og fyri hvønn einstakan. Eisini ynskja vit at møta øðrum, sum trúgva á Jesus og at hava samfelag við tey.
Á stevnuni vera talarar úr ymsum pørtum av landinum. Góður felagssangur verður og Betesdakórið, Ebenezerkórið, Manskórið í Ebenezer o.o. syngja.
Byrjað verður mikukvøldið við bønarmøti í Ebenezer. Í vikuskiftinum verða møtini í høllini á Hálsi.
Av serstøkum tiltøkum kunnu vit nevna, at:
▪ fríggjakvøldið og leygarkvøldið kl. 22.30 er opið hús, sum serliga er ætlað ungum, tó eru øll hjartaliga vælkomin.
▪ leygardagin seinnapart er eitt tiltak fyri øll ættarlið – bæði stór og smá. Byrjað verður við kafé kl. 13.00 og endað verður við familjumøti kl. 15.00.
Øll eru vælkomin. Bæði tey, sum eru von at ganga á møti og tey, sum ikki eru von at ganga á møti. Stevnan er fyri øll.
Deyvatulking er á møtunum í vikuskiftinum og tá verða møtini eisini stroymd.
Fá meiri kunning á Ebenezer.fo