Netvarp

R7 - Savn

Samfelagsmøtir í Vági á hvítusunnu

Komandi vikuskifti er Hvítusunna og fer samkoman í Bethel at bjóða øllum at vera hjartaliga vælkomin til samfelagsstevnu í Vági.

Um Gud vil skipar samkoman í Bethel fyri samfelagsstevnu í Vági á Hvítusunnu.

Undir heitinum:

Róm 10:13-14
Tí, hvør tann, ið kallar á navn Harrans, skal verða frelstur.
Hvussu skulu tey nú kalla á tann, ið tey ikki eru komin trúgv á! Hvussu skulu tey trúgva á tann, ið tey ikki hava hoyrt um! Hvussu skulu tey hoyra, uttan onkur er, sum prædikar!

Byrjað verður í Bethel fríggjakvøldið 17. mai kl. 20 við bønarmøti.

Leygarkvøldið og Hvítusunnudag verða møtini í Ítróttarhøllini.

Tað verða bæði uppbyggingar – og evangelisk møtir. Millum møtini Hvítusunnudag verður nátturði í Høllini. Sangluttøka: Siloakórið o.o.

Ungdómsmøti verður í VB-húsinum leygarkvøldið og sunnukvøldið kl. 22.30

Møtini 2. hvítusunnudag verða í Bethel.