Netvarp

R7 - Savn

Páskamøtir í Porkeri 2023

Samkoman í Betania í Porkeri bjóðar til samfelagsmøtir um páskirnar.

Um Gud vil verða samfelagsmøtir í Porkeri á páskum –  frá skírisdegi 6. apríl til 2. páskadag 10. apríl.

Byrjað verður við bønarmøti í Betania skíriskvøld 6. apríl kl. 20.00.

Møtini halda síðan fram og er skráin hendan:

Langafríggjadag:
Kl. 19 – Møti í skúlahøllini
Kl. 21:30 – Samvera fyri ung í skúlahøllini

Leygardag:
Kl. 16 – Familjumøti í skúlahøllini
Kl. 20 – Møti í skúlahøllini

  1. Páskadag:
    Kl. 11 – Minnismáltíð Harrans í Betania
    Kl. 19 – Møti í skúlahøllini
  1. Páskadag:
    Kl. 20 – Møti í Betania

Ymisk sangluttøka verður til møtini. M.a. luttekur kvartettin í Betesda á møtinum leygarkvøldið kl. 20.

Øll eru hjartaliga vælkomin!