Netvarp

R7 - Savn

NÝGGJ BÓK – Styrki í stríðnum

Fyrst í oktober mánaði kom nýggj bók út, ið nevnist “Styrki í stríðnum”. Tað er Jógvan Júst Rasmussen ið hevur skrivað bókina og forlagið Leirkerið gevur bókina út.

Jógvan Júst er ættaður úr Klaksvík, er giftur við Cathy og hava tey arbeitt sum trúboðarar í mong ár. Tey búðu á Filipsoyggjunum í 30 ár, har Jógvan Júst umsetti bíbliuna til Molbog málið. Tey eru nú búsitandi í Italia, har dótturin Heidi og maður hennara Regin Guttesen arbeiða sum trúboðarar. Jógvan Júst arbeiðir framvegis við bíbliutýðing, nú sum ráðgevi hjá øðrum trúboðarum.

Í innleiðingini til bókina sigur høvundurin millum annað:

“Síðan á vári í 1989 hava vit í takkarbrøvunum, vit senda til teirra, sum hjálpa okkum í arbeiðinum, ein bredda, har vit í stuttum fara ígjøgnum onkra bók ella okkurt evni í Skriftini. Vit fóru fyrst ígjøgnum Fyrra Pætursbræv, síðan nøvn Guds, síðan Zakariasar bók og so Esaias 40.
Síðstu árini eri eg farin at hugsa, at møguliga skuldi hetta verið savnað saman í bók. Sjálvt um bøkurnar ella evnini ikki eru beinleiðis tongd hvørt at øðrum, so eru tey tað kortini. Vit kunnu siga, at tey eru ein liður í at hjálpa okkum í tí arbeiði, Harrin hevur sett okkum at gera. Zakarias, um vit kunnu taka hann fyrst, lýsir fyri okkum verkið, Harrin hevur givið okkum at fullføra; Fyrra Pætursbræv vónina, Harrin hevur givið okkum at fegnast í; Nøvn Guds verjuna, Harrin hevur givið okkum at flýggja til og Esaias 40 vegin, Hann hevur givið okkum at fylgja. Í stríðnum, sum lívið ofta er, er tryggjandi aftur og aftur at leita til Skriftir­nar og har at vera mintur á verkið, vónina, verjuna og vegin.”

Bókin fæst millum annað til keyps á nethandlinum hjá Leirkerinum, leirkerid.fo, og hon kostar 150 kr.