Netvarp

R7 - Savn

Linda Vang – ein úrmælingur

Poul Jóhan Djurhuus skrivar:
Mikukvøldið 12. mai var bønar- og uppbyggingarmøti á Malta í Hirtshals, sum vanligt er mikukvøld. Undirritaði var við á møtinum. Hans Djurhuus, fyristøðumaður á Malta, byrjaði møti við hesum orðum: “Eg havi eini sorgarboð í kvøld……Linda hjá Hallgerð og Jón doyði brádliga í dag!”

Hetta kom at merkja møtið, bæði í bønunum, valið av sangum og tað, sum tala varð. Sangurin nr. 748 í Nýggju Sangbók Guds Fólks varð sungin og fekk eitt serligt pláss við atliti til sorgina, sum nú hevði rakt Hallgerð og Jón. Um vit nærlesa sangin, so umboðar hann eina røð av tungum spurningum, sum herja á okkum, tá ið mótgongd í formi av falli, sjúku og missi kemur á okkum. Men seinasta ørindi í sanginum er tað, sum liggur nærmast aktuellu støðuni hjá familjuni, sum rakt er. Fyrsta linja ljóðar soleiðis:

“Er Harrin nær, tá eg havi mist tað á foldum mær kærast var?”

Í niðurlagnum svarar yrkjarin við hesum orðum:

“Á ja, Hann er nær, eg veit Hann er nær,
Hans eyma hjarta er rørt!
Táið náttin long er,
og leiðin trong er,
við hjálp Hans armur nær.”

Øll í samkomuni minnast Lindu, tá ið hon sum ungdómur kom í samkomuna og savnaðist til bíbliutímar og var við til ungdómslegur og páskalegur hjá samkomuni á Malta.

Linda var dóttir Hallgerð Vang og Jón Thorsson. Hallgerð er uppvaksin í Eiriksgøtu í Havn. Jón er íslendingur, og uppvaksin í Sauðaurkróki á Norðurlandinum. Tey hava búð í Tornby, beint sunnanfyri Hirtshals, seinastu 31 árini. Pápin segði, at Linda var bert 1 ára gomul, tá ið tey fluttu inn í nýggju húsini í Tornby. Man kann siga um Lindu, at hon er hálvur føroyingur, hálvur Íslendingur og vaksin upp sum donsk við altjóða útlongsli. Jón hevur siglt sum kokkur við danska nótabátinum Ásbjørn í mong ár. Tá ið deyðsboðini komu var pápin til arbeiðis á fiskifeltinum.

Elsa og eg minnast Lindu ómetaliga væl, tá hon kom til bíbliutímarnar, sum vóru í íbúðini í erva á Malta. Hon var altið smílandi, blíðoygd, móttakilig og fyrikomandi. Altið við tí hjálpandi og uppoffrandi hugburðinum. Linda var 32 ára gomul, nú hon flutti frá okkum. Hon arbeiddi innan donsku verjuna, og hevði m.a. venjingaruppgávur við servandum soldátum. Foreldrini siga, at Linda stórtreivst í sínum arbeiði. Men hon hevði eisini onnur lívsmál so sum kristiligt sjálvboðið hjálpararbeiði. Henni dámdi væl at ferðast, og hevur m.a. verið eitt skifti í Frankaríki, har hon lærdi seg franskt. Hon valdi eisini at búleikast eitt skifti í Føroyum.

Fyri góðum ári síðani fekk hon farloyvi og fór til Afrika at arbeiða sum sjálvboðin uttan samsýning, innan hjálpararbeiði millum børn, har hon m.a. undirvísti í fronskum. Hon kom heim í februar, og hevði sagt foreldrunum, at henni dámdi so væl arbeiðið, at hon ynskti at fara aftur til Afrika í nærmastu framtíð.

Men so skuldi ikki verða, tá ið Harrin loyvdi tað annarleiðis. Mikudagin 12. mai var hon sín dagliga rennitúr í skógini í Tornby. Meðan hon rennur fellur hon um á vegnum. Tá sjúkraflutningstænastan er komin á staðið verður staðfest, at hon er lívleys, og har er einki meir at gera. Presturin, sum prædikaði undir jarðarferðini, tók soleiðis til: “Linda rann seg í føvningin hjá Jesusi!” Linda hevði játtað Jesus sum Frelsara og Harra, og tí var hon til reiðar at fara so brádliga, sum hon gjørdi.

Foreldrini valdu, at jarðarferðin skuldi verða frá teirra egna urtagarði uttan fyri heim teirra í Tornby. Tá urtagarðurin er ein serdeilis vakur og væl røktaður staður, so var hetta ein vøkur og hóskandi ramma um jarðarferðina hjá elskaðu dóttur teirra. Veðrið var av tí besta, og tað var pastorurin í hvítusunnusamkomuni í Hjørring, har Linda er komin regluliga, sum prædikaði. Hon bær fram nøkur veingjaði orð, sum sótu væl til minnini eftir Lindu.

Tey seinastu orðini, sum Linda skrivaði í sína dagbók er ein sterkur vitnisburður um hennara trúgv og lív saman við Jesusi. Hon skrivaði soleiðis beint eftir, at hon var komin heim úr Afrika í februar:
“Jeg føler det som jeg er kommet tættere på Jesus som aldrig før. Hvad skulle jeg gøre uden Ham. Der er ikke ord for hvor taknemmelig jeg er at Jesus er i mit hjerte. Jeg elsker Dig Jesus; lys på min vej hver dag. Jeg er Dig evigt taknemmelig, tak for alt!”

Gud signi minnið eftir Lindu!

Hjálparkelda: Upptøka av jarðarferðini

Kristiliga Tíðindatænastan
v/poul jóhan djurhuus, Glyvrar
Tlf: +298 228314
gjaranes@gmail.com
Sí facebookvanga
Skrivað: pjd, Glyvrar 23.05.2021