Kvinnur við vón
2021 august – Bønaráheitanir–
Einleiki millum kyn, ættarbólkar og fólkasløg við denti á sátt og semju.
- Faðir, ugga familjur, sum eru flýddar undan ófriði í Burundi og hava
leitað sær skjól í flóttafólkalegum. Grøð beiskleikan í sálum teirra. Brót ringrásina av hevnd og lær tey við Tínum kærleika at elska treytaleyst og fyrigeva, soleiðis sum Tú gert. (Matteus 6:12).
2. Gud, forboð og stongsil í heimsfarsóttartíðini hava givið hjúnabondum í Kanada nógvar avbjóðingar. Vit biðja um frið og sameining millum pør og innan familjur. (Matteus5:9).
3. Hóast grønlendarar eru danskir ríkisborgarar, kenna teir ofta, at teir eru fyri mismuni. Vit biðja, at danir ynskja at teir skulu skilja grønlendarar og teirra mentan og góðkenn at teir sum sínar javnlíkar. (Rómbrævið10:11-13).
4. Harri, vit biðja, at ráðandi myndugleikar í India skulu virka fyri sannleika, kærleika, friði og javnstøðu í samfelagnum. Vit biðja fyri “øllum, ið høgt eru sett – fyri at vit kunnu liva stilt og friðarligt lív í øllum gudsótta og siðprýði.” (1.Timoteusbræv 2: 2).
5. Biðið, at tey 99 % av japanska fólkinum, sum ikki trúgva á Teg Gud, koma til Jesus, Frelsaran; verða sátt við Teg, Gud; koma burtur úr synd og finna sannan frið. (Jóhannes ev. 8:36).
6. Himmalski Faðir, jarðskjálvtarnir í 2020 førdu so nógva oyðing við sær fyri fólkið í Kroatia. Frem Tú semju í leiðsluni í landinum, so at endurbyggingin av oyðiløgdum bygningum og fylgjurnar av oyðileggingum kann fáa skjóta framgongd. Takk fyri tær mongu samkomurnar, sum hjálpa til við endurbygging. (2.Korintbræv13:11).
7. Harri styrk samstarvið og sambandið millum kristnar kirkjur og samkomur og kristnar felagsskapir, sum virka í Finnlandi. Hjálp teimum, sum játta trúgv á Teg, at skilja, at tað, sum bindur tey saman, er størri enn tað, sum skilir tey sundur. (Fyrra Pætursbræv 3:8).
8. Harri, tað er stórur skilnaður millum fólkið í Pólandi. Máttu Kvinnur við vón sendingarnar um fyrigeving og sameining nátt fram til opin hjørtu og peikað lurtarunum til Tín, so at tey semjast. (FyrraKorintbræv1:10).
9. Vit biðja fyri kristnum kvinnum, sum eru í Tínari tænastu í Hong Kong, at tær finna skjól í Tær, Harri. “Tann, ið situr í lívd hins Hægsta og býr í skugga hins Alvalda, sigur við HARRAN: “Skjól mítt, borg mín, Gud mín, sum eg líti á!” (Sálm.91:1-2).
10. Harri, hesi seinastu 15 krígsárini í Liberia hevur eingin seming verið har í landinum. Gev íbúgvunum har styrki og náði til at fyrigeva hvørjum øðrum; veit fólkinum har grøðing, samljóð og sátt. (Rómbrævið12:16-18).
11. Harri, takk fyri tær evangelisku barnalegurnar í Miðeruopa. Vit biðja um, at evangeliið um Jesus gevur børnunum, sum koma á legu, vón, gleði og nýtt lív. (Fyrra Timoteusarbræv 2:4).
12. Himmalski Faðir, gev hjúnum í Suðurkorea ta náði, sum teimum tørvar, so at hvør hjúnafelagi kann viðurkenna sín egna ófullkomileika, áðrenn tey fara at finnast at brekinum hjá hinum. Hjálp teimum at virða og elska hvønn annan. (Matteus 7:1-2).
13. Harri, styrk okkara toymi í Etiopia til at gera tænastu millum tær hjartabrotnu kvinnurnar í landinum. Gev, at tey, sum hava liðið av krígsstøðu, og kvinnuligir fangar verða forlíkt við Teg, tá tey hoyra evangeliið, og vilja bera øðrum boð um hetta nýggja lívið og vónina í Tær.(Sálmur 34:19; ensk 18).
14. Vit biðja fyri teimum, sum eru kallað til eina tænastu við grøðing og sáttargerð. Tey vísa øðrum Guds kærleika við at vera viljug til at tola órættvísa viðferð móti sær, av tí at tey trúføst ganga í Jesu fótasporum. Hjálp okkum at elska fíggindar okkara og biðja fyri teimum, sum forfylgja okkum. (Matteus 5:11-12).
15. Vit biðja fyri rættiligum samskifti og sameining millum stjórnina á Filipsoyggjunum og ymiskum stovnum, so at samstarv kann vera teirra millum til gagn fyri fólkið, tá ið viðgerðir verða settar í verk, meðan hendan heimsfarsóttin ger um seg. (Filippibrævið 2:2).
16. Harri, vit biðja fyri einleika millum ættarbólkarí Rumenia. Gev, at romafólkið (sigoynararnir) verður forlíkt við Teg sum sín Frelsari, og at tey verða góðtikin av rumenska samfelagnum. (Rómbrævið 15:5-7).
17. Vit biðja, at trúgvandi kristin í Bonaire skulu lata tað fara, sum skilir tey, verða samsint og prísa tær av einum hjarta. Gævi Tín náði og kærleiki flýtur yvir, skapar einleika, sum prógvar tín kærleika. (Sálmur 133).
18. Harri, tað kemur so ofta fyri, at ættarbólkarnir í túsundtali í Indonesia við ymiskum máli og átrúnaði semjast ikki. Kirkjur verða oyðilagdar,og tey kristnu verða forfylgd. Gev, at tey trúgvandi liva Kristus og gerast ein kelda við kærleika og friði. (Sálmur 9:10-11).
19. Harri, vit biðja um, at arbeiðstakarar og arbeiðsgevarar í vinnulívinum í Portugal skulu vísa hvør øðrum virðing. Máttu tey loyst sínar ósemjur á friðarligan hátt. (Fyrra Pætursbræv 2:17).
20. Harri, gev TWR Kvinnur við vón toyminum í Norður-Kaukasus vísdóm og dirvi til at vera eitt ljós fyri Teg í einum øki, har tey flestu játta seg til islam. Veit hesum óstøðuga øki frið. (Sálmur 93:1-2).
21. Himmalski Faðir, vit biðja, at halda Tína sterku hond yvir Suðurafrika. Vit biðja fyri einleika í hesum landinum, so at fólkið skal standa sterkt saman, hóast teirra ymiskleika, og liva saman í sátt og semju. (Orðtøkini 12:20).
22. Harri, vit takka Tær fyri, at tey, sum virka fyri TWR, ikki eru avmarkað til ávísar trúarbólkar. Samein samkomur og kirkjur til at stuðla miðlatænstuni í einum samstarvsanda, so at boðskapurin um frelsu og vón í Jesusi kann verða útbreiddur. (Jóhannes ev. 17:20-21).
23. Harri, gev teimum trúgvandi í Paraguay hjørtu, sum eru miskunsom, eyðmjúk og mild, full av kærleika og viljug at fylgjastí einleika við kraftini frá Kristi Jesusi. (Kolossebrævið 3:12).
24. Harri, mátti evangeliið um Teg nátt út til allar 54 ættarbólkarnar í Norður- og Suður Vietnam. Gev, at alt fólkið samstarvar og verður sameint til víðari uppbygging í hvørjum einstøkum øki. (Galatiabrævið 3:28).
25. Himmalski Faðir, ávirka hjørtuni á fólkinum í Spania til at fyrigeva hvørjum øðrum tann ófriðin, sum hevur verið í farnu tíð. Veit fólkinum har semjuog frið. (Jóhannes ev. 13:35).
26. Himmalski Faðir, styrk Tú tey fáu kristnu, sum eru í Kambodja. Gev teimum dirvi og mót til at vera salt og ljós í samfeløgunum, har tey búgva.(Matteus5:16).
27. Jesus er friður okkara, og Hann leiðir saman nógvar ólíkar fólkabólkar – menn og kvinnur, ymisk fólkasløg, mótstríðandi tjóðskapir – og sameinir tey til eitt og brýtur niður fíggindaligu múrarnar. (Matteus 5:9 a) – Harri, hjálp okkum sum trúgvandi, at liva eftir hesum sannleika hvønn dag.
28. Harri, Tú hevur fyrigivið mær, hjálp mær tí at fyrigeva øðrum, táið tey særa meg. Ger okkum før fyri at vera kærleiksfull móti øðrum, tí tað sameinir okkum. Hjálp mær at hava frið í hjarta mínum og í mínum viðurskiftum við onnur og at vera ein takksamur persónur. (Kolossebrævið 3:13-15).
29. Himmalski Faðir, hjálp teimum trúgvandi at síggja, at tey eru eitt sum limir av Kristi likami. Lat kærleikan, sum kristin hava sínámillum skína í heiminum, og lat hann prógva Tína tilveru, tí Tú ert upprunin til allan kærleika og alla náði. (Jóhannes ev. 17).
30. Í Danmark eru nógvar meiningar um, hvussu tey skulu bera seg at móti flóttafólki og tilflytarum. Summi taka væl ímóti teimum, meðan onnur als ikki vilja hava tey í landinum. Biðið um, at danir skulu møta teimum fremmandu við kærleiksfullum hjørtum. (5. Mósebók 10:19a).
31. Biðið um, at tey kristnu í Kambodja ikki skulu stríðast sínámillum, serliga á Facebook. Harri, hetta forðar Tínum vitnisburði. Veit einleika inn í samkomuna, so at vónin og kærleikin frá Jesusi kann verða borin til vantrúgvandi. (Efesusbrævið 4:31-32).
”Høvuðsstuðulin undir øllum kristiligum arbeiði er bøn” (Eeva Vӓhӓsarja).
KVINNUR VIÐ VÓN twrwomenofhope.org
Fíggjarstuðul:
EvR hevur stovnað nýggja konto í Betri Banka nr. 9181 000 533 7145 til at flyta pening tilskilað til TWR. – Allur stuðul, sum kemur inn á hesa konto fer óskerdur til arbeiðið hjá TWR. – TWR PO Box 12, 82002 Bratislava 22 –Slovakia ––twre@twr.org
Leita eftir vón í dag
Hvat er einleiki?
“Tá ið fólk í einari samkomu dvølja í einleika av evangeliinum og saman stremba eftir at byggja hvønn annan upp í kærleika, tá skapa tey gróðrarbotn til røturnar á djúpari gleði.” Matt Chandler: At elska er Kristus, at doyggja er vinningur.
Mær dámar so væl myndina, sum Matt Chandler málar, tá hann lýsir, hvat spyrst burturúr hjá teimum í samkomuni, sum fremja einleikaní evangeliinum, tá tey savnast, “tey skapa gróðrarbotn fyri røturnar á djúpari gleði.”
Sáttargerð er eitt eymt evni í dag í nógvum mentanum um allanheimin, annaðhvørt talan er um forlík millum ættarfólk, millum familjulimir, millum vinir, ella millum okkum og Gud. Hvat skal til fyri at gerast sátt við Gud?
Gleðiboðskapuriner boðskapurin um sáttargerð. Tað er boðskapurin um Gud, sum elskaði heimin so nógv,at Hann sendi Son Sín, Jesus, inn í hendan heim at liva, doyggja og verða gravlagdurfyri okkara syndir móti tí sama Gudi, sum nú ynskir at frelsa okkum. Men Jesus varð ikki verandi í grøvini, men reis upp frá deyða á triðja degi og livir í dag í hjørtunum á teimum,sum trúgva á Jesus.
Tað er gjøgnum blóðið, sum Jesus læt renna á krossinum, at vit finna loysigjald fyri okkara syndir,sum eitt offur til Gud. Jesus gjørdist offur fyri okkum, so at tey, sum seta sítt álit á Hann, skulu koma at kenna Hann og vera í ævinleikanum hjá Gudi altíð. (Jóhs. Ev. 3:16-17). Hevur tú játtað hesa trúgv á Jesus? (Rómbrævið 10:9) Veitst tú, at, um tú skuldi doyð í nátt, fert tú so at vera hjá Jesusi í Himlinum í allar ævir?
Tá ið vit eru sátt við Gud av náði við trúgv á Jesus, gerast vit nýggir skapningar. Vit hava eitt nýtt lív, eina nýggja vón og eitt nýtt hjarta (Ezekiel 36:26). Er hetta satt um títt hjarta í dag?
“Um tí ein er í Kristusi, er hann nýggjur skapningur; hitt gamla er farið –tað er vorðið nýtt! Og alt er tað frá Gudi, sum við Kristusi samdi okkum við Seg sjálvan og gav okkum tænastu sáttarinnar. Tí í Kristusi samdi Gud heimin við Seg sjálvan og tilroknar teimum ikki syndir teirra, og Hann hevur lagt niður í okkum orð sáttarinnar. “ (Seinna Korintbræv 5:17-19)
Eg gav Jesusi hjarta mítt fyri mongum árum síðan, og í dag havi eg frið í hjarta mínum, at eg havi fingið fyrigeving ikki bert fyri mínar syndir í míni farnu tíð, men eisini fyri syndirnar í dag og í morgin. Tað hevur ikki altíð verið lætt, men eg veit meir umGuds kærleika og miskunn nú,enn eg visti fyrr. Hann hevur verið trúfastur, eisini tá eg ikki havi verið tað. Hann hevur verið kærleiksfullur, tá ið eg ikki havi aktað, og givið mær vón, tá ið eg onga vón hevði og var vilst. Í dag, sum eg tilbiði Hann, síggi eg, at tað skapir eitt sterkt band av einleika og sameiningvið Jesus.
Vit hava tann undurfulla framíhjárætt hvønn dag at kunna bera kvinnum runt um í heiminum og tvørtur um ættarlið vón í Jesusi. Eg biði um, at tú eisini eigur ta vón fyri teg.
Í Honum gleðist hjarta okkara!
Peggy Banks