KRISTILIGA TÍÐINDASENDINGIN VIÐ EITT VEGAMÓT
– R7 sløkti nýggjársaftan 2020
Kristiliga Tiðindasendingin í dag, mikudagin 30. desember, verður fyribils seinasta sending í óásetta tíð, og tí verður sendingin í dag ikki ein sending við tíðindum, men meiri ein hugleiðing um Kristiligu Tíðindasendingina og ein heilsan til lurtarar og leiðsluna á R7.
06. januar í komandi ári eru 5 ár liðin síðani Kristiliga Tíðindasendingin fór í luftina á fyrsta sinni. Hetta var mikudagin 06. januar í 2016. Bert 2 mánaðar frammanundan, týsdagin 03. november í 2015, byrjaði R7 at senda kringvarp um alt landi. Hendan dagin var móttøka í upptøkuhølunum í Saltangará, har fitt av fólki var savnað og røður vórðu hildnar.
VISIÓNIN
Tá eg persónliga hevði eitt ynski at byrja eina regluliga Kristiliga Tíðindasending, sá eg eitt upplagt høvið, táíð R7, við Randi og Peturi Jacobsen, byrjaði at senda. Eg bað um fund við tey, har eg legði fram mína hugsan um eina Kristiliga Tíðindasending. Tað var leyst og liðugt við tað sama, og Kristiliga Tíðindasendingin, við mær, Poul Jóhan Djurhuus, sum einasta tíðindaskrivara og verti, byrjaði at senda mikudagin 06. januar kl.15:00.
Til og við sendingini í dag hava tað verið 102 Kristiligar Tíðindasendingar við gott 500 tíðindainnsløgum íalt. Her skal eisini verða nevnt, at frá fyrsta degi av og til sendingina í dag, hevur Ronny Peturson Jacobsen verið mín trúgvi tøkningur, og uttan hann hevði eingin Kristilig Tíðindasending verið. Eisini skal eg nevna, at tá eg havi heitt á Svenning av Lofti og Páll á Lakjuni um at skriva tíðindaskriv til onkra av sendingunum, so hava teir altið víst mær vælvild, og eru komnir við einum manuskripti, sum er búgvið at lesa.
SPENNANDI UPPGÁVA
Tað hevur verið sera spennandi at reika eftir tilfari til sendingarnar og at seta seg at skriva, og ikki minni spennandi at seta seg við mikrofonina og fáa tíðindi út til fólkið. Ein av dreymunum hjá mær við eini Kristiligari Tiðindasending hevur verið, at tíðindini skula vera ein aktuel upplýsing um hvat fer fram á tí andaliga og religiøsa vígvøllinum bæði heima og burturi, og tvørtur um samkomu- og religiøsu mørkini. Men kongstankin var hesin, at tíðindi av slíkum slag kundu virka sum íblástur til forbøn, tænastu og stuðul.
At senda tíðindi merkir ikki, at tað, sum ein lesur upp er tað sama sum ein sjálvur stendur inn fyri. Men skalt tú vera objektivur og sakligur í tíðindaflutningi innan tað kristiliga, so eigur tú at geva rúm fyri øllum tí, sum hevur áhuga bæði millum persónliga játtandi kristin og navnkristin og religiøs.
Tað hevur ikki verið tað ríviliga stóra responsi upp á sendingarnar hesi 5 árini, men kortini vóni og trúgvi eg, at Harrin hevur brúkt hetta miðlaamboði til signing fyri fleiri á sín egna hátt.
ALT HEVUR SÍNA TÍÐ
Nú eri eg komin til teir tankar, sum eg eisini nevndi at byrja við, at tíðin nokk er komin at gevast. Og tá R7 sløkkir nú, so helt eg, at hetta var ein hóskandi løta. Men, sum eg segði at byrja við, at hetta er galdandi fyribils í óásetta tíð, tí veruleikin er tann, at eg veit, at eg komi at sakna hetta, og eg havi altið kent meg í tí rætta elementinum, táið tað kemur til at bera Kristilig tíðindi víðari. Eingin veit, um eg kanska byrji aftur á eini aðrari støð um Gud vil.
Eg vóni innarliga, at onkur tekur táttin upp, tí sjálvandi eiga vit at hava ein regluligan tíðindflutning innan kristilig tíðindi, og tilfeingið er nóg ríkt til fleiri tíðindasendingar um vikuna.
Við hesum orðum vil eg takka fyri samarbeiði við R7, og hjúnunum, Randi og Petur, at tey góvu mær høvi til hesa tænastu. Eisini vil eg einaferð enn takka soni teirra, Ronny, sum ótroyttiliga hevur sitið og trýst á knøttarnar, givið mær tekn hinumegin rútin, tá klárt var at lesa, og síðani at redigera sendingina. Eisini fari eg at takka tykkum, sum trúfast hava lurtað og lisið á netinum, og tit, sum eru komin við uppmuntrandi viðmerkingum.
Kelda: Poul Jóhan Djurhuus