Netvarp

R7 - Savn

Kelduvaðið 31. mars 2024

Kelduvaðið 1. páskadag 31. mars 2024 kl. 21:00 á Rás2. Endursent verður hóskvøldið kl. 21:00.
Vertur: Kári Kjelnæs
Skrá:
Tala: Jóhan við Neyst – “Hann er ikki her, Hann er risin upp.”
Orðið fyri dagin: “Eg fari til Hansara.” Gunnleyg Kallsberg lesur.
Sangir í sendingini:
Nr. 183 – “Myrkur, kvøl og há sárt teg nívdu tá.” Betesdakórið syngur.
Nr. 204 – “Kristus, á krossinum fell á teg, heimsins hin stóra neyð.” Siloakórið syngur.
Nr. 202 – “Tornakrýndan trænum á, stillan vit, Guds lamb, teg sjá.” 17 sangarar syngja.
Nr. 140 – “Á signaði lívssæli dagur.”
“Jesus, eitt so yndisligt Navn.” Betesdakórið syngur, solorødd er Steinvør Fonn.
Nr. 521 – “Sum Jesus ei nakar á jørðini var, so mildur var eingin sum hann.”
Nr. 560 – “Eg eri Guds barn og vil tað vera, til sól og máni ei eru til”
Gleðiligar páskir við signing Harrans.