Netvarp

R7 - Savn

Kelduvaðið 27. september

Sunnukvøldið kl. 20.00 á R7, sum hoyrist um alt landið á FM102 og FM107,1.

Jógvan Zachariassen talar um evnið: “Týdningurin av tónleiki”.
Gunnleyg Kallsberg lesur Orðið fyri dagin: “Prísurin fyri synd”.

Upplestur úr bókini eftir Petur Háberg um Ole Teodor Moe um sangin “Jesus hitt einasta”, sum Jákup Dahl týddi. (nr. 908).
Og sjálvandi hoyra vit eisini sálmin sungnan.

Sangir annars í sendignini:
Kirstin Andreasen syngur “Tak mína hond, Gud, leið meg tín veg.” -(nr. 940).
“Lívsmynstur nýtt”
Eyðun Jacobsen syngur “Á ferð vit eru mót ljóssins strond,”

Betesdakórið syngur sangin hjá Andrew Chrouch og Árna Jacobsen “Tað blóð, á krossinum fleyt hin dag, á hinum oydna stað,” (nr. 185).

Kelduvaðið verður endursent hóskvøld kl. 12.30.

Aftur ein góð og gevandi sending frá Evangelisku Røddini.