KELDUVAÐIÐ 13. september
Posted On 10. september 2020
Jógvan Mortensen syngur “Mín Frelsari, sum mær í Himli bíðar,”
Kórini í Ebenezer og Betesda syngja saman “Komu á leið tína mótgongd og trongd,” – (nr. 743).
Orðið fyri dagin er eftir Osvald Smith “Tað er góð tíð” – Kári Kjelnæs lesur.
Upptøka úr Ebenezer “Út úr teim skuggum, sum her niðri tyngja,” – (nr. 1391).
Jógvan Zachariassen talar um evnið “Vit eru ikki heima enn”.
Sangir:
“Á, heimland, á, heimland. Ei einslig hjørtu har,” – (nr. 1303).
“Ein longsil djúpt í hvørjum brósti liggur,” – ( nr.1143).
Siloakórið syngur “Vit ferðast heim at møta teim, sum synd og sorg ei kenna,” – (nr. 1254).
Kelduvaðið verður endursent hóskvøld kl. 21.00.