JUVEL II í SANDOYNNI
Heini Lützen og Svein í Prestgarði
Juvel II vitjar í Sandoynni hetta vikuskifti. Manningin hevur møtir um alla oynna:
Fríggjakvøldið kl.20:00 í Kelduni í Skálavík.
Leygarkvøldið kl.20:00 í Ungmannahúsinum á Sandi
Sunnukvøldið kl.18:00 í Missiónshúsinum í Skopun.
Um viðrar verða útimøtir í eysturbygdunum, og eisini er ætlanin at vitja ellis- og sambýlini í oynni. Blandaðar sangkreftir vera við m.a. Heini Lützen og Svein í Prestgarði.
Farið verður úr Klaksvík fríggjamorgunin kl.10:00, og Juvel II kemur til Skopunar seinnapartin fríggjadagin og verður liggjandi til sunnukvøldið. Orsaka korona ber ikki til at bjóða umborð til “opið skip”, men er onkur einstakur hugaður at vitja umborð er ein vælkomin til tað.
Møtini verða lýst í Kringvarpinum, og eisini ber til at fara inn á heimasíðurnar hjá Lindini og EvR, ella á facebookvangan hjá Poul Jóhan Djurhuus at síggja skránna.