JUVEL II Í FØROYUM
Poul Jóhan Djurhuus skrivar:
Spennandi vitjanir!
Ætlaða missiónsferðin til Grønlands í summar við Juvel II varð av ongum orsaka av Korona, og almenna missiónsferðin í Føroyum við Atlantic Mission, sum varð kunngjørd at vera við Juvel II í vár, varð eisini avlýst vegna Korona. Men hóast hetta so hevur Juvel II verið at sæð kring oyggjarnar í summar í misssiónsørindum.
Seinnapartin í juli vitjaði skipið í Norðuroyggjum, har møti vórðu hildin í Hattarvík, Svínoy, Viðareiði og Norðdepli. Í Svínoy og Fugloy varð tó ikki lagt til bryggju, men mobbáturin varð brúktur millum skipið og land. Mobbáturin verður eisini nógv brúktur í Grønlandi júst til sama endamál.
Seinasta vikuskifti í august mánaði vitjaði Juvel II í Sundalagnum og í Vágum. Skipið legði til bryggju í Hósvík, Miðvági og á Eiði. Møtir vóru hildin, bæði úttandura og innandura, eisini varð bjóðað til barnamøtir. Vitjað varð í húsini við traktatum.
Fyrst í september vitjaði skipið í Suðuroy. Skipið lá við bryggju á Tvøroyri og í Vági. Manningin ferðaðist runt í oynni til møtir; m.a. var lýst til møti í stóru hølunum í Salt á Drelnesi, har væl av fólki møtti upp.
Miðskeiðis í september var juvel II á vitjan runt Skálafjørðin. Byrjað var á Strondum, síðan varð farið inn á Skála, og haðani yvir á Søldarfjørð. Síðan var farið út í Runavíkina, har ferðin endaði sunnukvøldið, har lýst var til evangeliskt møti í Berøa.
Skipari á øllum ferðunum var Gullak Gulaksen. Manningarnar eru væl nøgdar og siga, at væl av fólki kom til møtini og at veðrið var til vildar, bæði á sjógvi og landi. Í fleiri av støðunum varð eisini vitjað á ellisheimum.