Hann var ein brennandi talari, tá eg var ungur – hoyr hann her
John Færø, Klaksvík skrivar:
Tá eg var ungur, var Kaj Johannesen, sum nú er heima hjá HARRANUM, av ídnastu talarum í samkomunum og ein andalig fyrimynd, bæði í sínum nærumhvørvi í Klaksvík og kring land okkara.
Mangan sótu vit undir vektini av boðskapi hansara, sum altíð bygdi á hitt livandi Orð Guds.
Á slóðunum her niðanfyri kanst tú hoyra tvær av talum hansara, ið eru so góð dømi um tað djúpa innlit, Kaj hevði í Skriftirnar og at útleggja tær, og hvussu hann prædikaði Orðið og kunngjørdi evangeliið við stórari kraft og sannføring.
Hesar báðar talurnar, sum eru tiknar upp á møtum í Berøa í Saltangará tann 19. og 20. mars í 1979, eru tvær av mongum talum, sum Eyðun C. Joensen í Saltangará hevur savnað og skrásett á heimasíðuni www.talgilt.org, har ein og hvør er vælkomin at vitja og lurta.
Sjálvur havi eg havt stóra gleði av at lurta eftir talum á hesi heimasíðu. Eitt nú havi eg lurtað eftir Andrew Sloan, Tom Roberts, Zacharias Zachariassen, William G. Sloan og fleiri øðrum.
Av heilsuávum hevur Eyðun C. Joensen ikki longur møguleika at hava ábyrgd av hesi heimasíðuni, og hevur hann tí heitt á okkum báðar niðanfyrinevndu um at taka okkum av síðuni:
John Færø, Klaksvík, tlf. 222216 og jfklaksvik@gmail.com
Oddfríður Petersen, Saltangará, tlf. 794262 og odpetersen@gmail.com
Tú kanst hoyra hesar talur hjá Kaj Johannesen við at trýsta á slóðirnar her niðanfyri:
HARRIN signi teg.
4. januar 2021
John Færø, Klaksvík