Evr sendingarnar gjøgnum summarið
Sum vant fara sendingarnar hjá Evangelisku røddini á Rás2 í summarsteðg. Tó verða antin endursendingar lagdar á ella verður føroyskur andaligur tónleikur spældur teir tímarnar sendingarnar eiga at vera. Tað er sunnukvøld kl. 21 við endursending hóskvøld kl. 21. Og týskvøld kl. 21 við endursending sunnudag kl. 12:30.
Summarferian er eisini eitt gott høvi at leggja oyra – og møguliga eyga – til okkurt annað enn tað vanliga. Her er hin heimasíða okkara orðið.fo eitt gott boð. Har er bíbliuundirvísing tøk sum video, ljóð og greinar. Sí leinkju niðanfyri:
Harumframt hevur Evangeliska røddin eina youtube rás har ymisk tilfar liggur so sum, stroymd møtir, sangir o.a. T.d. liggja møtini tá Louis Palau vitjaði oyggjarnar í 1988 eisini á youtube rás okkara. Eisini liggur møtirøðin á Billy Graham í Essen í Týsklandi í 1993 har. Sí leinkju niðanfyri:
https://www.youtube.com/c/EvangeliskaR%C3%B8ddin/playlists
Vit ynskja øllum Guds signin gjøgnum summarið og vera aftur við sendingum í seinnu helvt av august mánaða.