Netvarp

R7 - Savn

Evangeliseringsferð við Juvel 2 til Randers um páskirnar 2024

Atlantic mission skriva:

Høvuðsendamálið við ferðini er, at bera evangeliið um Jesus Kristus og Hann krossfestan til børn, ung og vaksin. Tað fer at verða gjørt á ymsan hátt – eitt nú við møtum og kafé í leigaðum hølum í miðbýnum, tiltøkum úti við sangi, talu og leiki. Tiltøk verða eisini umborð á Juvel 2, sum fer at liggja heilt inni í Randers – so tætt, at tað bert eru nakrir fáir minuttir til gongu gongugøtuna í býnum.

Ætlanin er at vera í Randers 22. mars til 7. apríl. Juvel 2 fer úr Føroyum frammaundan, so hann kann vera komin til Randers, tá ið tiltøkini byrja. Tey, ið vera við, kunnu sigla við Juvel 2. Annars ber eisini til at fara við flogfari ella við Norrønu.

Vilt tú vita meir ert tú vælkomin at venda tær til Ruth Gaardlykke, tel. 519090.

Kanst tú biðja fyri okkum, at Harrin skal verða dýrmettur í øllum?

Um Atlantic mission:

Atlantic mission er kristiligur felagsskapur, ið varð stovnaður og byrjaði verk sítt í 2011. Endamálið er at bera gleðiboðskapin um Jesus Kristus til børn, ungdóm og vaksin fyrst og fremst í grannalondum okkara, men eisini aðrastaðni, sum Harrin leiðir. Eisini er endamálið at lívga og stimbra einstaklingar og samkomur í trúnni á Frelsara okkara, Jesus Kristus. Í hesi tænastu hava hesar ferðir verið gjørdar:

  • 2011 Hetland
  • 2012 Orknoyggjar
  • 2013 Hebridurnar
  • 2014 Føroyar (sunnari partur)
  • 2015 Ísland (eysturlandið)
  • 2016 Hebridurnar, Orknoyggjar og Hetland
  • 2017 Noreg (Bomlø)
  • 2018 Orknoyggjar
  • 2019 Skotland (Mull)
  • 2020 Føroyar (norðari partur)
  • 2022 Føroyar (sunnari partur)
  • 2023 Hetland

Nevndin fyri Atlantic mission – Svenning av Lofti, Páll á Lakjuni, Ruth Gaardlykke, Poul Jóhan Djurhuus, Jógvan Páll Sevdal.