Netvarp

R7 - Savn

Dýrdanna dalur er Eden

Enn ein forvitnislig sangupptøka er komin undan kavi. Tíbetur eru tað nógv ið hava lagt seg eftir at gera sær ómak at taka upp. Hendan upptøkan er frá einum mánaðarmøti sunnukvøldið 9. januar 1994 í Ebenezer. Sangin hevur Arnfinnur Setberg týtt. Ólavur á Váli syngur, og bróðurin Jóannes spælir klaverið.

Dýrdanna dalur er Eden,
signa tín nónarró,
og til øll útlúgvað hjørtu
fløðir ein balsamflóð.

Dýrdanna dalur er Eden,
har er hitt hvíta lið
- so mangan tá ólløgi brutu,
eg droymdi um frið - tín frið.

Tyngir teg tá sorgarmyrkur
– sólgyltur dagur er –
ljódliga eins og av einglum
ljóð tær av hæddum ber.

Hesin er búðstaður Harrans,
blóðreinsað fjøld er her,
hvøllur um himmalskar hæddir
fagnaðarsongur fer.

Orð: W. O. Cushing
Týtt: Arnfinnur Setberg