Netvarp

R7 - Savn

Drotningin mynstrar av – 52 ár á trónuni!

Nýggjársaftan í fjør (2023) vóru vit í Keypmannahavn. Vóru saman við Hannu (systur Elsu) og Símun Fuglø, og Susan og Øssur Berghamar í íbúðini hjá Símun og Hannu, sum búgva í Herlev. Hanna og Símun høvdu sett inn í ovnin fekst lambskjøt; Elsa hevði sett saman ein undanrætt (forrætt), meðan Susan hevði gjørt salat og ostakøku.

Eitt hugnaligt kvøld í góðum felagsskapi við góðar vinir ígjøgnum mong ár. Tað, sum gleddi okkum mest var at vera saman við Símuni, sum seinastu tíðina ikki hevur havt tær nógvu kreftirnar, men sum seinastu dagarnar hevur fingið tað munandi betur.

Áðrenn vit fóru til borðs, settu vit okkum kl.18:00 við sjónvarpið at hoyra nýggjársrøðuna hjá Drotningini, sum var nýggjársrøða nr. 51. Var sum altið væl fyrireikað við góðum áminningum til fólki, og samstundis góð nýggjársynskir til øll í Ríkinum, har Føroyar og Grønland altið verða trivaligar tiknar við.

Sorgarleikirnir í Ukraine og ræðuleikarnir í Gaza komu ikki ónevndir afturvið borðinum, men á ein vísan hátt minti hon okkum á at vísa virðing og góðan hugburð mótvegis øðrum, og hon staðfesti støðuna hjá jødunum í Danmark við at sitera abba sín Cristian X, sum segði undir týsku hersetingini: “Jøder var og er agtede borgere i det danske samfund!”

BREAKING NEWS

Tá Drotningin miðskeiðis í røðuni tók soleiðis til: “52 ár sum drotning fara ikki sporleys avstað, tíðin slítur og man orkar ikki longur tað sama, sum man einaferð gjørdi og “dårligdommene bliver flere,”” hugsi eg, at tøgn kom yvir stovurnar um alt tað danska ríki, og vit hugsaðu nokk øll tað sama: “Hvat er tað hon er um at siga? Verður tað  nú tað hendir?” – rætt var, sum vit seks í stovuni í Herlev hugsaðu – “hetta vóru BREAKING NEWS!”

Nú, tá hon av álvara merkir á síni heilsustøðu, at teir óndu dagarnir eru komnir, sum Sálomon tekur til, og sonurin og Krúnprinsurin er í góðum árum, so tekur hon hesa djørvu avgerð eftir 52 ár á trónuni at geva arvin yvir til Krúnprinsin, sum tá fær heitið: Hansara Kongaliga Hátign Fríðrikur X, og Australska Mary verður Danmarks nýggja drotning, og 18 ára gamli Christian verður Krúnprinsur.

Trónskiftidagurin er settur at vera 14. januar, tí hetta var dagurin, tá danski statsministarin Jens Otto Krag, meðan hin blaðunga krúnprinsessan stóð honum undir lið, kunngjørdi fyri danska fólkinum Danmarks nýggja Regent – “og tað blivu til 52 góð og rík ár!”

TVÆR DROTNINGAR

Í 52 ár hevur Hennara Hátign Drotning Margretha sitið á Danmarks trónu, og í 70 ár sæt Queen Elisabeth á Onglands trónu.

Margretha og Elisabeth hava verið fyrimyndarligar drotningar fyri sítt fólk í Norður Atlantiska økinum, og ikki minst, tá hugsað verður um teirra andaligu støðutakan, sum alla sína tíð sum REGENTAR góvu ljóð fyri, at Gud-skaparin var hin alvaldandi Gud og teirra kraftarkelda til dagligu byrðuna. Hvussu mangan hava vit ikki hoyrt hesar megnar kvinnur taka persónliga til orða, at “vit hava ikki bert ein jólaboðskap, men vit hava eisini ein páskaboðskap!”

Tað hevur ígjøgnum mong ár komið greitt fram frá Margrethu drotning persónliga, at deyði og uppreisn Kristusar er hennara trúarástøði. Tað er stórt í eygum Guds, og tí eisini stórt í fólksins eygum, at eitt ríki hevur ein regent, sum játtar Gud-skaparan sum einasta sanna Gud, og sum ta sonnu kelduna til æviga sælu fyri høg og lá.

Drotningin endaði sína seinastu og søguligu nýggjársrøðu, sum hon altið hevur gjørt:

“GUD BEVARE DANMARK!”

Tað er eingin loyna, at prátið við borðið varð nógv um Drotningina. Vit endaðu kvøldið við eini takkar- og bønarløtu fyri drotningini og húsi hennara. Vit valdu at fara til hús áðrenn fýrverkaríðið kom í hæddina, tí veðrið var sera vánaligt og ring koyrilíkindi, og vit eru heldur ikki ung meir.  

Gott nýggjár øll tit, sum lesa hetta, og Guds signing í 2024

Kristiliga Tíðindatænastan
v/ Poul J. Djurhuus, Glyvrar
Tlf: +298 228314
gjaranes@gmail.com
Skrivað: P.J.D Glyvrar 03.01.2024