Netvarp

R7 - Savn

Bíbliu- og tónleikaferð

– ferð nr 10 við Norrønu.

Bíbliu- og Tónleikaferðin við Norrønu í ár er túrur nr. 10. Hetta átti at verið túrur nr. 13, men árini 2015, 2021 og 2022 vóru tíverri ongar ferðir gjørdar. Fólk spurdu eftir ferðunum tá, tí tey saknaðu tær. Nú kunnu vit boða frá, eftir steðg í tvey fylgjandi ár, at Bíbliu- og Tónleikaferðin verður í døgunum 26 – 30 oktober. 

Samskiparar eru Martin Dam Joensen, Smyril Line og Poul Jóhan Djurhuus, trúboðari. 

Farið verður av Havnini hóskvøldið 26. oktober kl. 20:00. Komið verður til Hirtshals leygarmorgunin kl. 11:00, og farið verður úr Hirtshals kl. 15:00. Komið verður á Havnina mánamorgunin kl.07:30. 

Onkur hugsar nokk, at tað ljóðar so illveðursligt at fara avstað seinast í oktober. Men sum tey siga á Smyril Line, at nógvir evnistúrar hava verið gjørdir við Norrønu á hávetri, t.d. jólatúrurin, og tað hevur gingið væl, og fólk hava verið væl nøgd undir túrunum hóast árstiðina. 

GONGUGØTAN OG MALTA

Meðan steðgað verður í Hirtshals er møguleiki hjá fólkinum at fara túr í hugnaligu gongugøtuna í Hirtshals. Har liggur eisini føroyska samkomu- og sjómannahúsið MALTA, bert fáar metrar inn frá gongugøtuni. Føroyska flaggið, sum hvønn dag veitrar á Malta, sæst væl frá gongugøtuni. Nýsettu fyrstøðuhjúnini Ansy og Arnhold Mortensen siga, at øll eru vælkomin inn á Malta, har ein drekkamunnur er settur á borðið – hesin blíðskapurin hevur víst seg á Malta hvørja ferð, tá Bíbliu- og Tónleikaferðin hevur verið!

Bussur/bussar eru settir av at koyra fólkið millum Norrønu og gongugøtuna, sum eisini er íroknað ferðaseðilin.

SKRÁ

Vit hava sett saman eina skrá, sum er fjølbroytt bæði við bíbliutímum, tónleiki og missiónssøgu. Til bíbliutímarnar hava vit boðið Svenning av Lofti, Páll á Lakjuni, Jógvan Páll Sevdal og Hjørleif Vang at hava bíbliutímarnar, sum verða fýra í alt. Klaksvíksingurin Victor Dánjalson kemur at hava Power-Point-fyrilestur um arbeiði á Íslendsku summarleguni við Ástjørn á Norðurlandinum – hetta verður ein forvitnisligur  fyrilestur!

Tónleikalið er við, sum verður leitt av sangaranum Eyðuni Jacobsen. Talan er um tann sokallaða Kafébólkin, sum vanliga spælir til kaféina í Elim í Søldarfirði og aðrastaðni við. Sang- og lagskrivarin Hervør Sabina á Torkilsheyggi og maðurin Kári vera eisini við. 

Vit ivast ikki eina løtu, at Eyðun Jacobsen, Dia Hvannastein, Torbjørn Láadal og hini í Kafébólkinum fara at leiða okkum ígjøgnum nakrar góðar og ríkar sangløtur, meðan siglt verður millum Tórshavn og Hirtshals.

Uppi á dekk 10 er bygd ein stór hugnakafé, sum kallast LATERNA MAGICA. Kaféin kann saktans eisini kallast PANORAMA, tí hon fevnir alla breiddina á Norrønu við risastórum rútum frá dúrk til loft, har tú kanst sita og fylgja við øllum, sum fer fram uttanfyri skipið. Partar av skránni verða á LATERNA MAGICA. Eisini eru fleiri nýggj luxus-kømur gjørd.  

Ein annar týðandi faktor við einum túri sum hesum, eru góðu møguleikarnir at taka sær av løttum og hugna sær í góðum samfelag  við hini, sum eru í hópinum.   

BILLETPRÍSURIN

Kostnaðurin upp á 1995 krónur átti ikki at verið ein forðing, tá hugsað veður um, at heilar seks høvuðsmáltíðir eru íroknaðar kostnaðin. 

Um tú ynskir eina uppstiging/uppgradering í samband við kamarið, so er tað møguligt við eykagjaldi. Sí heimasíðuna: www.smyrilline.fo/bíbliutúrur. Um tú leitar inn á heimasíðuna hjá Smyrilline.fo kanst tú lesa meir um ferðina og eisini síggja skránna. 

Tú kanst bíleggja ferðina hjá Smyril Line tlf: +298 345900 ella booking@smyrilline.fo ella á heimasíðuni www.smyrilline.fo

SAMBAND

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við Poul Jóhan Djurhuus, Glyvrar, samskipari, tlf: +298 228314 ella gjaranes@gmail.com um tað er eitthvørt at spyrja um. Myndafaldari við skrá og øðrum upplýsingum er tøkur. Um tú ynskir ein faldara, kunnu vit senda hann til tygara t-post adressu.  

Øll eru vælkomin at vera við á BÍBLIU- OG TÓNLEIKAFERÐINI 2023 – bæði møtigangarar og kirkjugangarar og tey, sum als ikki eru møtigangarar ella kirkjugangarar, 

Vit ynskja øllum eina góða ferð og Guds signing!

Poul Johan Djurhuus, Glyvrar