Atlantic mission í Randers
Myndin omanfyri er frá túrinum í Hetlandi í 2012.
Seinastu mánanar hevur nevndin fyri missiónsfelagsskapin Atlantic Mission arbeitt við fyrireikingum í
samband við evangeliseringsferð til Randers í Danmark. Umleið 30 fólk hava meldað seg til átakið. Tey
flestu av teimum koma at ferðast loftvegis, meðan onnur sigla við missiónsskpinum Juvél 2, sum fer av
Klaksvík týsdagin 19. mars kl.15:00. Skipari verður Gullak Gullaksen úr Leirvík.
Ætlanin er at steðga í Hirtshals pálmasunnudag, har vitjað verður í føroyska samkomusalinum Malta til møtið sunnumorgunin, og seinnapartin verður samkoman boðin umborð til sangløtu og drekkamunn.
Sunnukvøldið verður farið víðari til Randers, har komið verður mánadagin 25. mars, har almenn móttøka
verður kl. 15:00.
Vitjanin er í 13 dagar og kemur at fevna yvir páskahøgtíðina. Sunnudagin 7. apríl endar vitjanin og sama
dag verður farið úr Randers á leiðini aftur til Føroyar.
Kristiliga Tíðindatænastan
v/ Poul J. Djurhuus, Glyvrar
Tlf: +298 228314
gjaranes@gmail.com
Skrivað: P.J.D. Glyvrar 18.03.2024