Atlantic mission í Danmark
– við Juvel 2 til Randers
Aftur í ár skipar Atlantic Mission fyri evangeliseringsferð við Juvél 2. Í ár verður farið til Danmarkar, har vitjað verður í Randers, sum liggur væl inni í landinum í Jyllandi við botnin av Randers fjørði. Randers er sætti størsti býur í Danmark við sínum 64.000 íbúgvum. Tiltakið verður í døgunum 22. mars til 07. apríl – tað ber væl til hjá skúlaungdómi at koma við, tí tiltakið fevnir yvir páskafrítíðina!
Juvél 2 fer úr Føroyum frammanundan, so hann kann vera komin til Randers, tá tiltakið byrjar. Juvél 2 kemur at sigla allan Randers fjørðin, sum er 30 kilometur langur. Tá vit hava siglt teir 30 kilometrarnar er skipið komið inn í sjálvan fjarðarbotnin, har tað kemur at liggja undir allari vitjanini.
Hetta er fyrstu ferð, at Atlantic Mission ger eina ferð til Danmarkar.
Ætlanin er at evangelisera á gongugøtuni, sum gongur heilt oman, har Juvél 2 liggur. Afturat hølunum umborð á Juvél 2 koma vit at hava eini stór hølir í gongugøtuni, har vit eisini koma at halda til. Farið verður út á gongugøtuna við traktatum, og at vitna fyri fólki og bjóða teimum til kafé í hugnaligu hølunum, sum vit hava leigað til endamálið. Eisini verða útifundir í gongugøtuni, og fundir verða eisini í hølunum.
Eisini fara vit at bjóða fólki umborð á Juvél 2.
Ynskjandi er, at ung og eldri melda seg til átakið. Ynskir tú at verða ein partur av hesum evangeliseringstiltaki, ert tú hjartaliga vælkomin at seta teg í samband við Ruth Gaardlykke tlf: 519090 ella atlanticmission@mail.fo
Kostnaðurin er 2.000 krónur + ferðaseðil til og frá Danmark/Randers.
Minnist til at biðja fyri tiltakinum! Um onkur ynskir at stuðla tiltakinum er ein vælkomin til tað! Stuðulskonta: 9181 514.631.5
Fyrireikararnir eru: Páll á Lakjuni, Ruth Gaardlykke, Svenning av Lofti, Jógvan Páll Sevdal og Poul Jóhan Djurhuus.
Kristiliga Tíðindatænastan
v/ Poul Jóhan Djurhuus, Glyvrar
Tlf: +298 228314
Skrivað: P.J.D Glyvrar 09.02.2024