Aftur EvR-netvarp úr Ebenezer
EvR netvarpar úr Ebenezer sunnumorgunin 16. aug. kl. 11.00.
Á heimasíðuni hjá Ebenezer stendur m.a. at lesa:
“Virksemið í Ebenezer er tíverri steðgað fyribils, orsakað av koronusmittuni. – Hettar harmast vit almikið um. Vit ynskja tó ikki, at smittutilburðirnir skulu økjast orsakað av møtum, sum hildin verða í Ebenezer, og hava tí valt at steðga á – meðan vit fylgja tilmælum frá myndugleikum og vegleiðingum frá koronaráðgevingini.
Vit ynskja tó at náa út við heimsins besta boðskapi – boðskapinum um Harran Jesus Kristus og frelsandi náði Hansara.
Tí taka vit uppaftur netvarping av møtum á sama hátt, sum vit gjørdu í vár.
Fyrsta møtið, sum netvarpað verður, verður sunnudagin, 16. august kl. 11.
Ingvard Petersen talar, og evnið verður Ápostlasøgan 15. kapittul.
Leinkja til møtið verður løgd út á heimasíðuna ebenezer.fo fyrrapartin sunnudagin umleið kl. 10.50.
Hjálpið okkum at bera boðini út, og minnist møtið í bønum tykkara.”
Kelda: ebenezer.fo