Netvarp

R7 - Savn

á TORGINUM týskvøldið

Týskvøldið 3. november kl. 21.00 á R7 senda vit eina áhugaverda sending, sum av tekniskum umstøðum ongantíð varð send.

Sendingin er frá “TORRADØGUNUM” í Klaksvík í 2017.

Dávur Winther, leiðari fyri Mentanardeild Klaksvíkar Kommunu skipaði fyri samkomu í Betesda í Klaksvík – har Kristian Martin Rasmussen greiddi frá ymiskum í lívi sínum.
Um leið 500 áhoyrarar lýddu á.
Góðir sangir vórðu sungnir og eisini tók sangbólkurin VITIN lut.
Eyðun Eltør byrjaði og bjóðaði øllum at vera hjartaliga vækomin – og síðani slapp Kristian Martin at siga frá – til seinast hevði Dávur Winther sjálvur orðið og greiddi frá hvussu hetta var fingið í lag – og tá ið endað varð – vóru øll boðin til borðhald við kaffi/te og køkum.
Ein frálíka góð løta, sum verður at hoyra á R7 – nú týskvøldið 3. november kl. 21.00 á R7, og endursend sunnudagin kl. 12.30.

Enn ein góð og gevandi sending frá Evangelisku Røddini.