Netvarp

R7 - Savn

Á Torginum týskvøldið

Týskvøldið 6. oktober kl. 21.00 á R7 hoyra vit áhugaverda sending, har Kristian Fríðrik Olsen er gestur. Hann hevur verið ein virkin maður, bæði í arbeiðslívinum og í andaliga lívinum. Hevur verið býráðslimir í mong ár, limur í Sjúkrahússtýrinum og Sevstýrinum. Stjóri á Landingarmiðstøð Føroya. Stovnaði, saman við øðrum Sp/f Landing.

Kristian Fríðreik hevur verið virkin í KFUM & K í mong ár. Hevur vitjað samkomur, bæði í Kina, Suður- og Norður Vietnam, og hevur enn sum áður regluligt samband við “Eygnasteinin” sum er samkoman í Cambodia.

Kristian Fríðrik og konan Lisbeth sum er svensk, búgva nú í “Luleå” í Svøríki, hagar tey fluttu í 2017; hetta tí at mamma hennara var vorðin sjúk av Alzheimer sjúkuni og tí ynskti Lisbeth at vera um mammu sína.

Ein sera góð og áhugaverd sending “Á Torginum”, sum verður endursent sunnudagin kl. 12.30 á R7, sum hoyrist um alt landið á FM102 og FM107,1.