Netvarp

R7 - Savn

Á TORGINUM týskvøldið

Á TORGINUM týskvøldið 8. desembur kl. 21.00 á R7 – FM102 og FM107,1.

Nú tað styttist til jólahalguna, fara vit at senda hópin av góðum jólasangum og sálmum – Jólaevangeliið verður lisið og vit hoyra upptøku úr Christianskirkjuni, har Klaksvíkar hornorkestur hevði jólakonsert saman við kórinum í Betesda.

Eisini hoyra vit Petur Háberg, sála, tala um tær longu adventirnar – og so hevur Johan við Neyst eisini ein stuttan boðskap at bera fram.

So veri øll somul vælkomin at lýða á sendingina, sum verður endursend sunnudagin kl. 12.30

Øllum lurtarum okkara – og øllum føroya fólki verður ynskt eini góð og gleðilig jól við signing Harrans.