Netvarp

R7 - Savn

Kelduvaðið 24. apríl 2022

Við Kelduvaðið sunnukvøldið 24 apríl kl. 21.00 á Radio.fo – Fm 102,1 og Fm 107,1.

Vit hoyra ein stuttan boðskap frá John E. Høj, evnið er Malakias kap. 13.3. Og eisini skulu vit hoyra ein boðskap við heitinum – “Frelsan hoyrir Gudi okkara til, og Lambinum.

“Orðið fyri dagin: “Hví halda við Páskir.” Gunnleyg Kallsberg lesur. Eisini hoyra vit upplestur úr “Bankabók Trúarinnar” – Jóhan við Neyst sigur frá.

Sangir sendingini: Nr. 1301 -“Dagur koma skal brátt, tá eg land hómi hátt.” Nr. 204 – “Kristus á krossinum fell á teg, heimsins hin stóra neyð.” Nr. 99. – “Hoyrið tey tíðindi, undurfull boð: Stjørna á hválvinum lýsa man so.” Nr. 1043 – “Hevur tú strítt undir lógini bundin, kennir tú hennara svíkjandi troyst.” Nr. 156 -“Jesus halt mær við tín kross! Har ein kelda fløðir, sum frá synd ein reinsan er, sorg og pínu Grøðir.” Nr. 821 – “Um tú nývdur ert av byrðum, og um hjarta sorgir ber.”

Vertur er Jóhan við Neyst. Endursent hóskvøld kl. 21.00