Netvarp

R7 - Savn

70 ár liðin síðani Auca trúboðararnir lótu lív

Svenning av Lofti skrivar:

70 ár liðin í dag síðani teir fimm Auca-trúboðararnir liðu blóðvitnisdeyðan 8. januar 1956 í frumskóginum í Ekvador. Hesir vóru:

Jim Elliot, Pete Flemming, Nate Saint, Ed Mc Cully og Roger Youderian

Hin 8. januar 1956 bórust tey sorgarboð um allan heim, at fimm ungir amerikanskir trúboðarar vóru dripnir av einum ættarbólki í frumskógini í Ekvador, sum er eitt av londunum í Suðuramerika.

Fyrst í 1960 árunum minnast vit, sum tá vóru í bíbliuflokkinum hjá Peturi Háberg, at myndir og frásögn frá hesum trúboðarum vóru vístar í Ebenezer.

Henda djarva ætlanin, sum hesir 5 ungu amerikansku trúboðarar fóru undir, hugtók meg og mong onnur ung. Sjálvur týddi eg eina frásögu um hesa serstöku hending, sum kom út í bók í 1971 undir heitinum “Trúarkappar 1”.

At síggja myndirnar av hesum fimm ungu trúboðarunum, sum fúsir og ídnir gjørdu drúgvar fyrireikingar at náa hetta ættarfólkið við gleðiboðskapinum um kærleika Guds til øll menniskju á fold, er so hugtakandi og eggjandi til at gera verk Guds á fold, “meðan dagur er, tí náttin kemur tá eingin kann arbeiða.”

Hendan evangeliska kærleiksroynd teirra fimm, endaði júst hendan dagin fyri sjeyti árum síðan, men gjørdist ein stórbær kelda til kall og íðinskap fyri so mong onnur ungfólk at geva lív teirra til lívsverk fyri Kristus, at tæna honum kring allan heim og eisini á heimligari grund.

Meta av Flötum hevur týtt bók um somu hending, sum á föroyskum ber heitið “Skuggi hins alvalda,” sum forlagið Leirkerið hevur givið út.

Hevur tú áhuga í frásøgnini um hesar trúboðararnar, so kanst tú fáa bókina “Trúarkappar 1” frá mær.

Ring 212045 ella skriva lofti@olivant.fo

Í samband við útgávuna av bókini “Skuggi hins alvalda” skrivaði Øssur Berghamar eisini nøkur orð um Auca trúboðararnar á heimasíðu síni. Tann greinin kann lesast her: