Netvarp

R7 - Savn

Um EvR

Endamál

Evangeliska Røddin (EvR) er sjálvstøðugur stovnur við tilknýti til brøðrasamkomurnar í Føroyum.

EvR byrjaði virksemi sítt í 1966, tá ið farið varð undir at senda útvarpssendingar frá Trans World Radio í Monte Carlo.

Sendar vóru stuttar evangeliskar sendingar, 15 minuttir við sangi og talu, einaferð um vikuna. Sendingarnar vóru ætlaðar føroyingum í langfarasigling ella búsettir langt heimanífrá; men eisini vóru nógvir trúgvir lurtarar í Norðurlondum og í Føroyum, og vit frættu regluliga frá lurtarum sum Harrin hevði signað gjøgnum boðskapin.

Tíðir broytast og EvR gavst at senda frá Trans World Radio í 1990, meðan annað virksemi helt fram og nýggir tættir vórðu tiknir upp.

Ynski okkara er at alt verkið í Evangelisku Røddini verður gjørt til æru Harrans eina, at trúgvandi verða uppbygd, og fram um alt, at sálir verða frelstar.

Grundsjónarmið okkara er, sum Paulus sigur í Áp. 20.27, ”at kunngera alt ráð Guds”.

Nevnd

Hesir manna nevndina í Evangelisku Røddini:

Jógvan HammerTórshavn
Øssur AndreasenTórshavn
Poul Johan DjurhuusGlyvrar
Jón BergKlaksvík
Dánjal PoulsenTórshavn
Alexander SamuelsenTórshavn
Klæmint WeiheTórshavn
Eirikur NorðbergVágur
  

Virksemi

Høvuðsvirksemið hjá Evangelisku Røddini (EvR) er regluligar útvarpssendingar á R7-sendistøðini, sum hoyrist um allar Føroyar.

Sent verður á R7:

”Kelduvaðið”Sunnukvøldkl. 20.00  –  Endursent hóskvøld kl. 21.00
”Á Torginum”Týskvøldkl. 21.00  –  Endursent sunnudag kl. 12.30

EvR fæst eisini við at geva út fløgur við góðum andaligum sangi og tónleiki. í dag verða sett stór krøv til dygdina, bæði tónlistarliga og tekniskt; hesi krøv royna vit at nøkta.
EvR netvarpar eisini ymisk tiltøk beinleiðis, so sum evangeliskar stevnur, fundir og annað ið hevur almennan áhuga.
Sjálvboðin taka sær av øllum virksemi í Evangelisku Røddini, og alt verður gjørt við orðum Paulusar í Áp.20.27 í huga: “at kunngera alt ráð Guds”.

Bústaður

EvR Studio

Box 1314 – FO-110 Tórshavn – V-tal: 328782 – postur@evr.fo

Dánjal Poulsen – danjalpoulsen@email.fo – +298 212600

Klæmint Weihe – kw@email.fo – +298 216644

Jógvan Hammer – jogvan@hammer.fo – +298 511616