Andrew W. Sloan (1896-1973)

  

 

 

 

 

 

Mynd: Andrew W. Sloan, teknað hevur Frithjof Joensen

Andrew William Sloan var føddur 9. februar 1896 og andaðist 15. september 1973.
    Hann var sonur skotska trúboðaran William Gibson Sloan, sum kom til Føroya í 1865 at boða gleðiboðskapin um fríu frelsu Guds, av náði, við trúgv á Jesus Kristus eina. Eins og faðirin, virkaði Andrew sum trúboðari.

Í tíðarritunum "Lív og læra" nr. 23 í 1974 eru fleiri, sum skriva minningarorð um Andrew W. Sloan, m.a.:

Petur Háberg: "ANDREW - frændi mín", skrivar m.a.:
"Tá ið vit nevna, hvørjum fólki Andrew var av, so vita vit í veruleikanum einki um faðirættina. William Gibson Sloan kom higar, eins og sagt verður um Jóhannes Doypara í Jóhs. 1,6: "Maður kom, sendur frá Gudi," og útinti verk sítt fyri Harran.
    Harímóti kenna vit móðurættina. Elspa var úr Geil í Havn. Mong í ættini hava haft lestrarhug og listargávur. Pápi hennara varð eyknevndur "Poul Alting", tí hann hevði hegni til so mangt umiskt. Kona hansara, Anna, dóttir Andrass á Argjum, var nokk eisini hittinorðað. Ein heldur dessasligur maður heilsaði henni einaferð eitt sindur speiskliga: "Go'morin frú Alting!", og knøpp var hona at svara: "Go'morin herr Ingenting!"
    Beiggi Elspu, Djóni, sum man eiga æruna av teim nógvu urtagørðunum í Havn, var sjáldsamur barnavinur, undangongumaður í mongum lutum, yrkti sangir og sálmar, hevur fest á pappírið virðismiklar søgufrásagnir úr teirri gomlu Havnini. Og tað var hann, ið teknaði Kommunuskúlan við Vaglið, ein byggning, sum varð nógv fílst á fyri stødd og flottheit; men sum prógvaði teknarans framskygni í tí, at skúlin varð nýttur í 50-60 ár - í eini tíð hvar Havnin varð fleirfaldað!
    Vit venda aftur til Elspu í Geil. Hon brá ikki úr ætt. Fyri 100 árum síðani stóð hon á leikpalli, stórliga fagnað av sjónleikaráhugaðum Havnarfólki. Hon varð roknað klók og hittinorðað. Bert eitt dømi - og tað var langt eftir at hon var frelst og hevði vent heiminum bakið. Hon var gift og átti børn. Tá kom ein maður við stívari kenning inn á gólv hjá teimum og helt fyri: "Ja, nú eru tað tvey ár, síðani Sloan frelsti meg!" Ája," svaraði hon. "Tað haldi eg meg síggja, at tað er Sloan, sum hevur frelst tygum!
    Eg havi hug at nema við tað, sum Chr. Matras skrivar í bókini "Nøkur mentafólk" um Kristin í Geil, systkinabarn Andrews. Mær tykir, teir høvdu so nógv felags - tó at tað var stórur ellismunur, og teir virkaðu hvør á sínum jørðildi. Chr. Matras sigur m.a. um Kristin, at hann hevði sum endamál: At skapa sanna andliga upplýsing, sum kundi reka burtur miðøldina úr fólki okkara, og honum leiddist við hykl og andligt myrkur alt sítt lív!
    Einaferð sá eg ein stíl, sum Kristin hevði skrivað, meðan hann sum heilt ungur var á Askov háskúla í Danmark. Stílurin æt "Mennesket Jesus af Nazareth", skrivaður við hansara tiltiknu vøkru hondskrift, hugtakandi á tann hátt, sum sjónarmið hansara tá var, og við tí eleganta skrivingarlagi, sum seinni gjørdi, at Kristin varð skírdur "fínasti pennur í øllum ríkinum!".
   
Mentunarliga var Andrew honum ikki ólíkur. Eg minnist. at vit einaferð høvdu á máli og vóru samdir um, at tað einfald, sum hevur so ómetaliga stórt virði í ríki Guds, hevur einki við býttiskap, tápuligheit og óupplýst trongskygni at gera.
   
Um støðu hansar til Harran Jesus Kristus, vita vit, at hann aftur og aftur gjøgnum árini - oftast við tárum - lýsti hana við Gal. 2.20: "Eg eri krossfestur við Kristusi, og nú er tað ikki longur eg, sum livi; nei, Kristus livir í mær, og lívið, sum eg nú livi í kjøtinum, livi eg í trúnni á Son Guds, sum elskaði meg og gav seg sjálvan fyri meg!"
    Lat meg nevna her, at frumgróðurin av virki Gamla Sloans var Dia í Geil, sum varð doyptur á Eystaruvág ein sunnumorgun í oktober 1880. Mær tykir tað gleðiligt, at evangeliið nam við eitt mentaheim í Havn, hóast Jesus ger als ikki mannamun. Men stórt er tað, táið kvinnur og menn, útgjørd við góðum gávum, leggja tær fullkomiliga á altarið tilat verða nýttar til æru og dýrd fyri navn Harrans. .....
    ..... Andrew var ikki sum aðrir talarar. Næstan á hvørjum sinni nýggjur. Hann eyðmýkti seg aftur og aftur undir Guds veldigu hond - og kom við endurnýggjaðari kraft aftur á pallin. Hann hevði so fjølstreingjaða hørpu at leika á.
    Vit hava spent okkum út at fáa alt við í hansara læru-talum, sum mangan hava verið tungar í vektini og sera treyst føði. Hann dugdi at smoyggja eitt sindur beiskar pillarar niður í okkum, so væl yvirtrektar við søtevni, at vit vistu ikki av. Men vit hava eisini krympað okkum, táið revsingarkoyrilin hevur sviðið yvir høvur okkara. Vit hava fegnast og sólað okkum í gleðiboðskapi hansara . Og vit hava sitið við gripmum hjarta og við vátum eygum, táið hann hevur leikað á teir eymu streingir, táið hann lættur á lofti hevur lest seg frá skriftstaði til skriftstað, frá hending til hending gjøgnum alla Bíbliuna og lýst tað, hann vildi hava fram, við myndum og minnum frá ríka huga-skattkamari sínum. Og hava ikki, fyrr enn hann var liðugur, verið varir við tárini, ið hingu undir øs okkara. Ein framúrskarandi frásøgumaður, sum aldri broytti ella litaði hendingar og tilburðir, hann bar fram frá tíð til aðra.  

William Heinesen: "ANDREW SLOAN in memoriam", skrivar m.a.:
"Av øllum teimum menniskjum, hann, ið hesar reglur skrivar, hevur hitt á síni ævi, kennist Andrew Sloan eitt hitt mest ógloymandi, og má eg geva meg í part við teimum mongu her á landi, sum í Andrew sóu og alsamt síggja ein fyrimynd, tá ið ræður um lyndiseyðkenni sum: Viljastyrki og tol, hjartans reinleika og medmenniskjuliga samkenslu og kristiliga várkunn.
    Tað er tó ikki um Andrew Sloan sum kristniboðara og eyðsýntu týdning hansara á hesum øki, eg her ætli at skriva nøkur orð, men um meiri hissini, men tó ógloymandi ting og hendingar í farnu tíðum, tá ið Andrew og eg vóru smápiltar og nábúgvar og bestu vinmenn.
    Foreldur míni, ið høvdu búð í Bringsnagøtu, fluttu í 1906 niðan á Tinghúsvegin í húsini hjá Pola í Dali skipara, sum faðir mín hevði keypt.
    Fyri okkum børn var tað ein hending, ið setur mark, at flyta niðan í eitt av hesum flagtaktu urtagarðshúsunum á Tinghúsvegi. .....
    ..... William Sloan trúboðara minnist eg bara sum "gamlan mann"; serliga gamalur hevur hann tó ikki verið, men eins og Rasmus Effersøe, sum vit eisini hildu vera "avgamlan", hevði Sloan hvítt og sítt skegg.
    Sloan var skoti og ikki so ólíkur landa sínum, filosoffinum John Stuart Mill: Sama fínliga og andborna andlit og fjálga eygnabrá - eini góðviljandi menniskjaeygu, tú ongantíð gloymir. 
    Tá Andrew var farin úr Realskúlanum fór hann í handilslæru. Eg minnist at eg helt hetta vera undarligt og eins og "ikki fyri mark"; ikki so at eg hevði nakað ímóti handilsmonnum, bæði pápi, abbi og langabbi mínir vóru jú keypmenn; tó, hvørki eg ella spælibrøður hansara yvirhøvur høvdu ivast í, at Andrew fór at verða trúboðari eins og pápin. So fór eisini at verða.
    Tað er eitt fyribrigdi, ið á enskum kallast "radiating power" og á donskum "udstrålingsevne", men sum helst einki navn hevur á føroyskum, hóast øll vita hvat tað merkir: Ein gáva, summi menniskju hava, og sum ger at tey ávirka tey, sum tey koma saman við, beinleiðis, bara við sínum lyndiseyðkenni. Andrew hevði hesa gávu. Hóast hann var ein andborin talari, og hóast fáir menn munnu hava verið meira skriftlærdir enn hann, var tað tó hansara medferð, hansara stillfarandi og tignarligi atburður, hansara reiðiliga og trúgva smíl, ið hevði strekasta árin á huga tínum."  

Copyright © 2019 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo