Jens Guttesen (1916-1996)

Poul Jóhan Djurhuus skrivar:

FAGNAÐARLØTA Í EBENEZER
- evnaríkur tónasmiður

Fyri meira enn 90 árum síðani stóð ein 6 ára gamal smádrongur undir grótgarðinum millum gamla Sparikassan og gamla Ebenezer og eygleiddi børnini, sum fóru í sunnudagsskúlan í Ebenezer. Ein ungur maður kemur út á trappuna og bjóðar dronginum í sunnudagsskúla. Drongurin svarar kurteisliga, at hann mátti fyrst spyrja mammu sína.

Hendan dagin byrjaði drongurin at ganga í sunnudagsskúla í Ebenezer, og samstundis varð hetta byrjanin til eitt lívlangt andaligt heim hjá einum heilum systkinaskara og familju.

Talan er um Havnamannin, sum vaks upp á Tinghúsvegnum/Bøkjarabrekku, Jens Guttesen. Ungi maðurin, sum bjóðaði Jens í sunnudagsskúla var Andrew Sloan, sum tá hevur verið millum 25 og 30 ára aldur.

Jens kom til persónliga trúgv á Kristus sum smádrongur, og tann evnaríki tónlistaunglingin, sum vaks upp í einum ríkum tónleikalívi í barndómsheiminum á Tinghúsvegnum, kom skjótt til sjóndar í samkomuni, har Jens kom at mynda kórsangin ein heilan mansaldur. Jens var við, tá sangkórið í Ebenezer var stovnað, sum hann kom at stjórna inntil sonurin Jens Christian tók við, og sum framvegis er oddamaður í Ebenezerkórinum.

100-ÁRA-HALD 
Sunnukvøldið 22. mai 2016 var hátíðarlig fagnaðarløta í Ebenezer í samband við, at tað í hesum døgum eru hundrað ár liðin síðani Jens Guttesen var borin í heim. Jens var føddur 23. mai í 1916, og var elstur í systkinaflokkinum, sum  taldi 11. Jens andaðist 80 ára gamal tann 17. august í 1996. Hansara borgarliga starv var á skrivstovuni hjá Shell, har hann arbeiddi í 37 ár.

Tað vóru Jens Christian Guttesen, Petur Simonsen, Alexandur Samuelsen og Øssur Berghamar, sum skipaðu fyri haldinum. Meta av Fløtum, sum innleiddi við bøn, undirstrikaði, at talan er um eina fagnaðarløtu. Skráin var, sum vera man, fullsett við sálma- og sangløgum, sum Jens hevur skrivað ígjøgnum sítt langa og ríka tónleikalív, sum Ebenezerkórið, saman við strúkiorkestri, so meistarliga, stjórnað av Jens Christian Guttesen, framførdi fyri fullsettum sali.

JENS OG PETUR
Alexandur og Øssur vístu á tað tætta samstarvið, sum var millum Jens Guttesen og Petur Háberg.
- Jens var lagskrivarin meðan Petur var yrkjarin og sangskrivarin, og teir  uppfyltu hvønn annan ómetaliga væl!

Jens og Petur vóru ein “duet,” sum tæntu samkomuni í Ebenezer og samkomunum  um alt landið meistarliga væl, hvørs avrik komandi ættarlið eisini vilja njóta ágóðan av. Onkur hevur samanborið tætta tónlistasamstarvið millum Jens og Petur, við samstarvið millum Poul McCartny og John Lennon, tá hugsað verður um alt tað, sum kom burturúr teirra tætta samstarvi.
- sangurin, sum byrjaði í smádronginum á Tinghúsvegnum, bleiv til stóra signing um alt landið......Jens var yndisligi sangari Ísraels, segði Øssur Berghamar í sínum innleggi, sum var komin úr Keypmannahavn til at vera við til fagnaðarløtuna í Ebenezer.

JENS OG FRELSUNARHERURIN
Jens Guttesen dámdi væl horntónleikin hjá Frelsunarherinum, og tað var ikki fyri einki, tá ið Frelsunarherurin í Føroyum hátíðarhelt 50 ára dagin, at Jens komponeraði eitt tónleikastykki, sum hann ognaði Frelsunarherinum. Orkestrið hjá Frelsunarherinum, var boðið við til fagnaðarløtuna í Ebenezer, og eitt tað fyrsta ein hoyrdi hetta kvøldið í Ebenezer vóru hornblásararnir hjá Frelsunarherinum, sum blástu Svínoyarmarsjin hjá Jens á sín eyðkenda hátt, og harvið var fagnaðar-og minnisløtan sett. Jens komponeraði hetta tónleikastykkið undir eini vitjan í Svínoy í august mánaða í 1960.

JENS OG ZACHARIAS
Zacharias Zachariassen var boðin  at koma við íkøstum til hátíðarhaldið, tí eisini hann og Jens hava havt tætt samstarv, tá tað kemur til lag- og sangskriving. Zacharias upplýsti, at Jens hevur gjørt løg til 17 av hansara sangum. Zacharias segðu um Jens, at “hann var ikki bert tónaskald, men hann kundi eisini yrkja, og hann var ein meistari at spæla við orðum, sum m.a. kemur fram í eini yrking hann skrivaði til konu sína Pavlu.”  Tá Zacharias hevði lærupláss í Havn fyrst í fimtiárunum, kom hann nógv í heimið hjá Pavlu og Jens í Tórfinsgøtu úti í Grønlandi, og vinarlagið teirra millum menti seg til eitt á mangan hátt  skapandi tónlistasamarbeiði.

JENS OG SUNNUDAGSSKÚLALÆRARIN
Jens var eisini sunnudagsskúlalærari í Ebenezer, og gjørdi løg til fleiri sunnudagsskúla- og barnasangir. Tað var Victor Danielsen, sum skrivaði barnasangin, Gud hvønn ein smáfugl hevur skapt, og Jens smíðaði lagi til sangin. Ein høgt elskaður barna- og sunnudagsskúlasangur, sum enn verður nógv sungin í sunnudagsskúlum og á Zarepta.

Undirritaði minnist sínar sunnudagsskúlalærarar í gamla Ebenezer. Hesir vóru Ingálvur av Reyni, Maria Shell og Jens Guttesen. Minnist Jens sum ein góðan, hugnaligan og blíðan  sunnudagsskúlalærara, sum við stórum litmyndum á rullu, meiri líkt eini stórari kakurullu, royndi at prenta bíbliusøgurnar inn í okkum sunnudagsskúladreingir. Hóast ein ikki júst minnist hvørjar søgurnar vóru, so ivast ein ikki í, at her varð sáað tað góða sáðið, sum seinni hevur givið ávøkst.

Onkur av luttakarunum nevndi, at tað var Jens, ið segði hesi kendu orðini: “Hann, sum einki krevur, men gevur, hann hevur!”

Fagnaðarløtan endaði við, at Ebenezerkórið sang Harri Herskaranna, sum er eitt av teim djúpu sporunum, sum samstarvið millum Jens og Petur Háberg hevur sett eftir seg so leingi Føroyar standa.  

Tað var svigarsonur Jens, Petur Simonsen, sum endaði fagnaðarløtuna í salinum. Hann takkaði øllum, sum vóru komin, og bjóðaði til nátturða í niðara sali, har borðreitt var við m.a. føroyskum viðskera – og góða prátið gekk dúgliga millum fólkið, sum hevði leita sær inn í Ebenezer 100 ár eftir føðingardag Jens Guttesens! 

FAKTA UM JENS GUTTESEN:
 - føddur 23. mai 1916
 - elstur av 11 systkjum
 - foreldur: Jens Christian Guttesen, vanliga róptur Kisan. Mamman, sum kallaðist Jóhanna, var úr   Skálavík.
 - vaks upp á Tinghúsvegnum/Bøkjarabrekku
 - kom til persónliga trúgv á Kristus sum smádrongur
 - Ebenezer gjørdist hansara andaliga heim
 - skrivstovuútbúgving á Dómarakontórinum
 - skrivstovumaður hjá Shell í 37 ár
 - giftist við Pavlu, dóttur Jóhonnu Katrinu og Jens Christian Dam í Tróndargøtu í Havn.
 - búsettust í Tórfinsgøtu úti í Grønlandi
 - børnini eru: Jóna Rasmussen, Katrin Mørkøre, Gunrið Simonsen og Jens Christian Guttesen.
 - stjórnaði Ebenezerkórinum í mong ár
 - komponeraði Svínoyarmarsjin úti í Svínoy í august 1960
 - komponeraði Harmaljóð eftir flogvanlukkuna í Mykinesi 26. september 1970
 - úr starvi hjá Shell í 1976 60 ára gamal, og ognaði pensjónsárini til tónleikin.
 - 1988 gav út bókina Ljómur og Lag
 - abbabørn 13
 - langabbabørn 23
 - andaðist 17. august 1996 80 ára gamal

Signað verði minnið eftir tónaskaldið Jens Guttesen!

 

Copyright © 2019 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo