Evangeliska Røddin

Evangeliska Røddin (EvR) er sjálvstøðugur stovnur við tilknýti til brøðrasamkomurnar í Føroyum.

EvR byrjaði virksemi sítt í 1966, tá ið farið varð undir at senda útvarpssendingar frá Trans World Radio í Monte Carlo.

Sendar vóru stuttar evangeliskar sendingar, 15 minuttir við sangi og talu, einaferð um vikuna. Sendingarnar vóru ætlaðar føroyingum í langfarasigling ella búsettir langt heimanífrá; men eisini vóru nógvir trúgvir lurtarar í Norðurlondum og í Føroyum, og vit frættu regluliga frá lurtarum sum Harrin hevði signað gjøgnum boðskapin.

Tíðir broytast og EvR gavst at senda frá Trans World Radio í 1990, meðan annað virksemi helt fram og nýggir tættir vórðu tiknir upp.

Ynski okkara er at alt verkið í Evangelisku Røddini verður gjørt til æru Harrans eina, at trúgvandi verða uppbygd, og fram um alt, at sálir verða frelstar.

Grundsjónarmið okkara er, sum Paulus sigur í Áp. 20.27, ”at kunngera alt ráð Guds”.Evangeliska Røddin er sjálvstøðugur stovnur við tilknýti til Brøðrasamkomurnar í Føroyum.  

Høvuðsvirksemið hjá Evangelisku Røddini (EvR) er regluligar útvarpssendingar á R7-sendistøðini, sum hoyrist um allar Føroyar.

Sent verður á R7:

”Kelduvaðið” Sunnukvøld kl. 20.00  -  Endursent hóskvøld kl. 21.00
”Á Torginum” Týskvøld kl. 21.00  -  Endursent sunnudag kl. 12.30
     

EvR fæst eisini við at geva út fløgur við góðum andaligum sangi og tónleiki. í dag verða sett stór krøv til dygdina, bæði tónlistarliga og tekniskt; hesi krøv royna vit at nøkta.
EvR netvarpar eisini ymisk tiltøk beinleiðis, so sum evangeliskar stevnur, fundir og annað ið hevur almennan áhuga.
Sjálvboðin taka sær av øllum virksemi í Evangelisku Røddini, og alt verður gjørt við orðum Paulusar í Áp.20.27 í huga: "at kunngera alt ráð Guds".

Evangeliska Røddin varð stovnað í august 1966.  Tann 29. november sama ár sendi henda nýstovnaða  kristna útvarpsstøðin á fyrsta sinni evangeliið út á móðurmálinum til føroyingar kring allan heim. Sendingarnar hoyrdist eisini í Føroyum.

Evangeliska útvarpssstøðin ”Trans World Radio” byrjaði at senda boðskapin um Jesus á ymiskum málum úr Tanger í Marokku í Norðurafrika seinast í 1940-árunum. Menninir aftanfyri hetta tiltak vóru amerikansku feðgarnir Ralph og Paul Freed. Seinni vóru teir noyddir at flyta útvarpsstøðina til Monte Carlo í lítla fúrstadøminum og státinum Monaco, sum ikki er meiri enn 1,5 ferkilometrar til víddar. Sum samanbering skal nevnast, at Føroyar eru umleið 1400 ferkilometrar.

Tá ið vit føroyingar fóru undir samstarv við Trans World Radio, sendu teir boðskapin út á 25 ymiskum málum til Europa, Afrika, Miðeystur og aðrastaðni við. Føroyskt gjørdist sostatt 26. málið, ið varð útvarpað gjøgnum sendaran hjá Trans World Radio.

Svenning av Lofti skrivar:
"Byrjanin til føroysku sendingarnar frá Trans World Radio

Tann 30. juli – dagin eftir Ólavsøku í 1966 – sótu Billy Olsen og eg og prátaðu saman í stovu okkara á Sólteigi 4 í Havn.  Hesa løtuna kom prát okkara inn á evangelisku útvarpssendingarnar, sum Trans World Radio hevði úr Monte Carlo.

Billy greiddi mær frá, at hann sum útisiglari, mangan hevði lurtað eftir sendingunum hjá Trans World Radio á ymiskum málum – og hvussu hetta hevði verið honum ein stór andalig signing, meðan hann pløgdi heimshøvini. Hendan dagin kom prátið eisini inn á møguleikan at fara undir útvarpssendingar á føroyskum yvir sendaran hjá Trans World Radio í Monte Carlo. Ikki var langt lop frá hugsan til verk. Ta løtuna settu vit saman uppskot til skriv til Trans World Radio at spyrja um, hvørjir møguleikar vóru at fáa í lag evangeliskar útvarpssendingar í føroyskum. Dagin eftir varð hondskrivaða kladdan reinskrivað og fyrsta skriv okkara sent til Monte Carlo.

Nevnast skal, at hondskrivaða kladdan og reinskrivaða brævið, eru bæði til taks enn í dag – og munnu  hesi bæði upprunaskjølini verða millum virðismiklastu skjølini í samband við søguna um Evangelisku Røddina.

Hetta fyrsta skrivið í søguni hjá Evangelisku Røddini varð undirskrivað av Billy Olsen og mær sjálvum og sent til Trans World Radio 31. juli 1966. Vikuna eftir fingu vit svar frá Trans World Radio, ið var dagfest 4. august, einans 5 dagar eftir at okkara skriv varð fest á blað og sent úr Føroyum.

”Tað var við gleði og ovfarni at vit lósu brævið frá tykkum og frættu um áhuga tykkara at varpa út evangeliið á føroyskum máli. Hetta kennist mær ein undurfull avbjóðing og vit vilja við gleði samarbeiða við tykkum hesum viðvíkjandi.”

Eftir at hava lisið brævið vóru Billy og eg samdir um, at vit beinanvegin skuldu taka næsta stigið á leiðini, sum var at seta okkum i samband við aðrar, ið vóru til reiðar at fara undir sendingar saman við okkum. Vit settu okkum fyrst í samband við Jógvan Hammer, ið var radiotøkningur og síðani Óla Vang, ið hevði arbeiddi sum fjarritari á Tórshavnar Radio. 

Eftir hetta settu vit okkum í samband við Zacharias Zachariassen, Brynleif Hansen, ið arbeiddu sum trúboðsarar burturav og Osvald Kjærbo, Jens Guttesen. Teir vóru áhugaðir og fúsir at fara til verka. Hesir somu gjørdust samstundis fyrsta nevndin í Evangelisku Røddini:

Jógvan Hammer, Brynleif Hansen, Jens Guttesen, Osvald Kjærbo, Svenning av Lofti, Billy Olsen, Óli Vang og Zacharis Zachariassen. Av hesum eru Brynleif, Jens Guttesen og Osvald Kjærbo farnir.

Hildið var fram við hesum sendingum hvørja viku í 25 ár til 1990. Eftir at einkarættur útvarpsins varð avtikin, var farið undir annað útvarpsvirksemi. Hildið varð fram við sendingum á Rás 2 og seinni á R7.

Upptøkutól eru keypt til sjónvarpssendingar, soleiðis at sendast kann netvarp frá tiltøkum, ið fara fram.

Evangeliska Røddin hevur givið út fleiri sangbond og fløgur til dagin í dag. Ikki kann sigast annað enn, at Evangeliska Røddin hevur verið virkin øll hesi fimmti árini síðani 1966.

Tað er við stórari gleði og takksemi til hin livandi Gud í Himli, eg hyggi aftur á hesi farnu fimmti árini av søguni hjá Evangelisku Røddini. Eg takki Gudi fyri tað kall, ið hann tá gav okkum, at bera menniskjum heimsins besta boðskap, boðskapin um Jesus og hansara fullgjørda frelsuverk á krossinum."

Keldur: Svenning av Lofti og Jógvan Hammer

Copyright © 2019 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo