Gamli Sloan og Sjóvarbóndin

Símun Absalonsen:
Fyrilestur, í Ebenezer tann 4. september 2014

Um ár 1860 fór ein stór evangelisk veking fram í Skotlandi. Slíkar vekingar finnast nogvar av í bretskari trúarsøgu.
Bretland hevur sína heilt serligu trúarsøgu frá miðøld og fram til 20. øld. Tað tykist sum at tað er nakað annað og meira enn siðbundin kulturkristindómur sum hevur merkt landið. Sterkar evangeliskar vekingar hava við millumbilum merkt landið. Tað livandi evangeliið góðtekur ikki tann vanliga inkluderandi boðskapin, at øll eru kristin, øll eru frelst osfr. Tað snýr seg fyrst og fremst um, at tað einstaka menniskjað tekur eina persónliga støðu til Kristus.

Enskt var fyrsta heimsmál ið bíblian varð týdd til. Og tað hendi ikki uttan stríð.
Bíbliutýðingarnar til enskt hjá Wycliff og Tyndale í miðøldini ein dramatisk søga fyri seg. Hesar umsetingar til móðurmál breta  fingu stóra mótstøðu – ikki frá leikfólki, ella manninum á gøtuni, men frá etableraðum  kristindómi. Hetta minnir okkum á, at tað kann vera eitt bládýpi sum skilir  navnkristindóm frá tí livandi evangeliinum og trúnni á Kristus.

Teir nógv útskeldaðu og misskiltu puritanararnir frá 1600-talinum lyftu tann evangeliska kyndilin, men eisini ámintu teir fólkið um at leggja seg eftir heilagleika í lívinum. John Bunyan er millum kendu nøvnini frá hesum tíðarskeiði og bøkur hansara eru farin um øll landamørk.

Boðanin frá John Wesley og George Whitefield í 1700 talinum, var við til at lyfta Bretland upp, bæði andaliga, búskaparliga og moralskt. Og summi meina, at tað bjargaði Bretlandi undan líknandi kollvetling, sum fór fram í Fraklandi.
Og 1800 talið var heldur einki undantak. Charles Spurgeon var ein av eldsálunum frá hesum tíðarskeiði.  Men í 1800 talinum vaknaði ein serligur longsul eftir bera boðskapin um Kristus til enda jarðarinnar. Tað er skrivaðir favnar av bókum um bretskar trúboðarar sum í 1800 talinum tóku orð Harrans sum eitt persónligt kall:  Farið út í allan heim og kunngeri evangeliið fyri øllum skapninginum…

Skotland hevur sína egna vekingarsøgu og ørgrynna av skotum vígdu lív sítt til tænastu í øðrum londum. David Livingstone og John Paton eru bert tvey av mongum nøvnum. John Paton fór miðskeiðis í 1800 talinum til Hebridurnar í Stillahavinum, fyri at boða Kristus millum teir tilafturskomnu og stríðshugaðar mannaátarar. Tá mann lesur lívssøgu hansara kann mann ikki lata vera at spyrja seg sjálvan: Hvaðani fær eitt menniskjað styrkina til at útinna eitt slíkt kall?

William Gibson Sloan

 

William G. Sloan var ættaður úr Dalry í vestur Skotlandi. Sum unglingi var hann ikki øðrvísi enn mangir aðrir á hansara aldri. Verskapslívið lá frammalaga í huganum og Gud og ævinleika varð lítið hugsað um.

Men hann kom um 24 ára aldur undir ávirkan av tí evangeliska eldi sum vitjaði Skotland um hetta mundið.  Hann upplivdi tað, ið Paulus nevnir:  evangeliið kom ikki bert í orðum men í kraft og heilaga andanum við fullari trúarvissu. Hann kom til persónliga og livandi trúgv á Kristus Jesus og lívið broyttist fullkomiliga. Hann var bert ein av mongum skotum, sum, um hetta mundið,  upplivdu kraftina í evangeliinum.

Hann kendi eitt kall at boða Kristus og hann byrjaði í sínum heimbýi. ”Kitchen meetings” vóru vanlig í Skotlandi um tað mundið. Skotsku køkarnir vóru rúmligir – tað var bæði matarrúm og uppihaldsrúm. Og við kraftini í evangeliinum gjørdist hesir køkar halgidómar.

Sambandið Sloans við The Book and Tract Society of Scotland leiddi hann til Hetlands, hagar hann kom í 1863. Har kom Sloan inn í eina ríka andaliga tíð millum hetlendingar. Evangeliski arvur breta sást aftur í teimum norðuratlantisku bretsku oyggjunum.

Dagbokin sigur, at Sloan ofta talaði fyri fullum ella yvirfyltum húsi, og innihaldið í boðskapi hansara er ofta lýstur við eittans orði KRISTUS. At prædika fyri fullum húsi, man helst standa í andsøgn við tey 15 fyrstu árini í Føroyum, ið mangan mundi kennast sum ein oyðimarkaferð. Í Hetlandi vóru nógv spjadd búpláss inni í landinum so nógv varð ferðast til gongu. Í Hetlandi kom hann til eina sannføring hvat dópi viðvíkur og var við til at byrja frísamkomuna Ebenezer Hall i Lerwick.

Tað ber til at ferðast úr Skotlandi til Hetlands uttan at missa land úr eygsjón.  Útfyri skotsku norstrondini liggja Orknoyggjar, harfrá sæst Fair Isle millum Orknoyggjar og Hetland  og so sæst Sumburhead, sunnast í Hetlandi. Men ert tu komin til Hetlands,  so sæst ikki meira í havsbrúnni.

Í Hetlandi kom Sloan í samband við sjómenn, sum fortaldu honum um eitt lítið oyggjaland ið lá bert slakar 200 fjórðigar í ein útnyrring úr Hetlandi. Hetta var bróðurfólk hetlendinga ættað frá norbúgvum. Men meðan Hetland hevði mist sítt gamla norðurlendska mál av tí at enska málið hevði vunnið á tí, so høvdu føroyingar varðveitt sítt mál, sum var av norðurlendskum uppruna. WS fekk áhuga í hesum landi sum lá so stutt fra Hetlandi, men hann var greiður yvir,  at her vóru stórar málsligar forðingar. Men tann andaliga tíðin í Hetlandi var rík, og fólkið var sera vinarligt. Hví fara frá tí trygga til tað ótrygga og ókenda?

Tá vit ímynda okkum Føroyar í 1865  skulu vit hava í huga, at hetta var minni enn 10 ár eftir at einahandilin var avtikin og einans 16 ár eftir at danska grundlógin kom í gildi, sum tryggjaði trúarfrælsi og frælsi at boða trúnna eftir tí sannføring sum tú hevði. Var William G. Sloan komin 20 ár fyrr, er ivasamt um hann hevði kunnað virkað lógliga í Føroyum. 50-60 ár framman-undan hevði norðmaðurin Hans N Hauge sitið mong ár í fongsli, fyri at boða evangeliið í sínum heimlandi – Noregi. Tá var trúarfrælsið ikki ein grundlógartryggjaður rættur og tað vóru bert ávís ið høvdu rætt at prædika.

Tað búðu umleið 8.000 folk i Føroyum í 1865 og fólkið í Havnini taldist millum tey fátækastu í landinum.

Vit eru framvegis í gamla bóndasamfelagnum. Í dag tosar mann um globalisering og ymiskleika. Men tá raðfest mann beint øvugt. Føroyingar livdu í eini átrúnaðarligari eindarmentan. Mann visti hvar hvør  hoyrdi heima – hvørja stætt í samfelagnum hvør umboðaði. Embætisfólk, bóndir og ognarleys.

Men øll hoyrdu til fólkakirkjuna, hon var ein savnandi depil í samfelagnum. Hon var sum ein móðir ið fevndi alt fólkið.  Eingin dugdi at ímynda sær nakað annað. Og alt ið víkir frá eindarmentanini og tí siðbundna skapir, um ikki beinleiðis illvilja, so  ótryggleika og ótta millum fólk. Og mann skilir tað væl.

Í dagbókini hevur Sloan sagt hvat hann ynskti at prædika í Føroyum. Hann kom ikki til landið fyri at bjóða einum kulturarvi av. Innihaldið í boðskapinum er eittans orð JESUS. Eg fari til Føroyar ”to preach Jesus”.

Við hesum sum stavnhaldi legði hann fra landi við einum hetlendskum langbummara í 1865 og næstu ferð hann skuldi fáa fast undir fótum var, tá hann steig á land á Kongabrunni í Havn.



Um Jóhann Dam, bónda við Sjógv í Kollafirði

Johan Kristian Frederik Dam


Ikki allastaðir var Sloan eins væl móttikin. Men á garðinum Við Sjógv í Kollafirði var Sloan ein serliga kærkomin gestur hjá bóndahjúnunum Elspu og Jóhan við Sjógv. Men hvør var Jóhan við Sjógv?

Tá ið eg lesi um føroyskt trúarlív, er Jóhan við Sjógv tað menniskjað ið hugtekur meg eina mest.
Tað gingu 15 ár áðrenn Sloan vann sínar fyrstu ”proselyttar”. 

Í 1880 verða sum kunnugt fyrstu fólkini doypt. Fyrst á Eystaruvág í Havn.

Men seinni sama ár verða Jóhan Dam (Jóhan við Sjógv) úr Kollafirði og kona hansara Elspa doypt í Hoydalsá.
Meðan dópurin av systkjunum úr Geilini í Havn skapti mikla øsing í býnum, so var tað øðrvísi tá ið bæði fólkini úr Kollafirði vórðu doypt. Í Kollafirði valdaði meira tøgn og undran –  Jóhan var ikki hvør sum helst.

Var Geilin í Havn eitt mentað hús, so var Sjóvargarðurin tað ikki minni. Og var tað nakar føroyingur, ið kundi liva upp til tað, sum danir kallað ”finkultur” so var tað Jóhan við Sjógv.
Johan var ein hin fyrsti uttanfyri Havnina ið gav seg í trúarfelagsskap við Sloan og Sloan vitjaði ofta við Sjógv. Og Johan og Elspa vóru tey fyrstu hjúnini ið vórðu borgarliga vígd í Føroyum.

Í 1967 varð ein fyrilestur hildin í Útvarp Føroya um Jóhann Dam.  Tað var bróðursonur Johann, Petur Mohr Dam ið helt henda fyrilesturin. Tá var Petur Mohr Dam føroya løgmaður. Og tað er ein grípandi lýsing ið táverandi løgmaður gevur av pápabeiggjanum. Eg havi mangan lisið henda fyrilestur og havi roynt eftir førimuni at gera ein heilt stuttan samandrátt av tí sum sagt varð. Og hetta er so partur av tí, sum táverandi løgmaður í 1967 segði um pápabeiggja sín Jóhann við Sjógv:

"Sjóvargarður var eini hini hugnaligastu bóndahúsini ið funnust í Føroyum. Roykstovan við Sjógv var samkomustaðið hjá allari bygdini. Hagar stevndu ung og gomul um vetrarkvøldini. Mær er givið í uppgávu at siga nøkur orð um eitt av teimum mætastu sjóvarskøldunum, Johan Kristian Dam bónda við Sjógv.

Sagt er mær av onkrum ið kendi hann serliga væl í hansara ungu árum, at tá hann kom inn í eina sterka religiøsa ákenning, brendi hann øll kvæði síni og yrkingar, tí flestu av teimum høvdu røtur í teirri fornu og norðurlendsku mentanini, ið hvíldi á norðurlendinga ásalæru, við tí veldiga gudinum Óðini sum miðkraft.

Jóhan var málsnidlingurin mikli og hin sjálvlærdi vísindamaðurin í norðurlendskari søgu og mentan. Hann var føddur í 1863 og andaðist í 1925.

Sum unglingi hevði bókin so nógv vald á hesum bóndaalvi, at tað íðiliga hendi, at hann krógvaði seg burtur at lesa í friði.  Hann hevði óvanligar málsligar gávur. Hann lærdi seg nógv mál, og fleiri av teimum til lítar. Tað mál ið stóð honum nærmast var oldnordisk og tað var skaldamál hansara.

Háskúlastjórin Símun av Skarði ið kendi Jóhan væl, segði, at Jóhann óivað var tann føroyingurin, sum var best heima í oldnordiskum máli og mentan eins og í íslendskum bókmentum. Men hann las og skrivaði onnur mál, sum enskt, týskt og franskt. Av hesum málum dugdi hann enskt bæði at lesa, tala og skriva sum var hann innføddur breti. Hann var alvinur við Sloan, trúboðara gamla. Ígjøgnum hann ella við honum kom Jóhan at kenna og vera nógv saman við enskum trúboðarum. Teir vitjaðu hann og búðu leingi hjá honum. Um fraklendingar nakrantíð hava búð hjá Jóhan veit eg ikki, men tá áarstovuskaldið Janus Djurhuus vitjaði Jóhan bar ofta á, at teir báðir trivu í franskt meðan teir fingu sær.

Jóhan var, sum longu nevnt ein religiøsur maður. Av brøvum ið hann hevur fingið frá leiðandi innanfyri brøðrarsamkomuna, sum hann hoyrdi til, síggi eg, at hann av trúarfeløgum sínum var mettur at vera hin mest búni og størsti autoritetur innanfyri brøðurnar.

Hann studeraði skriftina við sama grundiga kynstri, sum eyðkendi hann í øllum øðrum andaliga starvi sínum. Og fyri at kenna seg á tryggum botni, hevði hann bart seg til at lesa bíbliuna á hebraiskum og á ápostlanna máli. Tað ljóðar nógv, men soleiðs var. Ófatiligt.

Heimskringla, Edda og allur tann fornnorrøni bókaskatturin hugtók Jóhan. Og hóast hansara gonga yvir um til brøðrasamfelagið líkasum legði eina doyvan á hansara dyrkan av teirri fornnørrønu, íslendsku mentanini og søgu, sum hann meinti hóvaði føroyingum best, kundi tað bera á, at hann undir samtalu við meg kundi koma upp í sítt gamla kenslurið fyri vakurleikanum og styrkini í lívi og mentanini hjá gomlu norðbúgvunum. Tá kundi kona hansa Elspa siga:  "So nú er Óðin aftur á honum." 
Tá kundi hann svara: Hatta hevur tú góða kona mín ikki skil á. Óðin hevur einki við mína trúgv at gera, men norrøna gudalæran er spegilsmynd av lindinum í okkara forfedrum. Men so blíðkaðist Jóhan og helt fyri:  "Rætt hevur tú elskaða kona mín. Tað er kanska ikki so lítið av Óðini í mær enn, men hann hevur so Kristus vunnið á og veri hann hálovaður fyri tað." 

Johan sat á Føroya Løgtingi í 20 ár. Lagsmenn á tingi bera honum lovorð sum ein framúrskarandi vitugan mann.
At hava upplivað nakað av roykstovukulturinum við Sjógv kenni eg sum eitt ríkidømi.

Eg má siga, at eingin maður hevur givið mær so mikið andaliga talað sum Jóhan við Sjógv. Nakrar fáar ferðir havi eg verið fyri tí, at maður við røðu síni hevur hugtikið meg so nógv, at tað hevur kylt mær niður eftir bakinum. Ein av teimum fáu ferðunum var eitt kvøldið, tá ið Jóhan við Sjógv var komin at tala um Gud og hin heilaga anda. Eg var tá eini 15 ár. Vit vóru einsamallir í glasstovuni. Tað var hálvaskýmt. Hann stóð sum ein profetur har við hitt runda borðið í stovuni. Andlitið lýsti í viti og í sjónum.

Ein merkismaður hesi sjóvarbóndin. Við ongum skúlagangi hevði hann ognað sær eina andaliga menning og mentan sum fáur sjálvt millum skúlaðar menn eigur. Hann las, skrivaði og talaði fleiri fremmand mál lýtaleyst. Ilt er við tílíkari fynd og vakurleika at tala um hann. Hann kenst sum eitt megnargos úr skaldaheiminum." (P M Dam)

At tann høgt mentaði Johan við Sjógv í 1880 verður doyptur í Hoydalsá mundi senda so stórar ristingar gjøgnum føroyska mentanarumhvørvið, at tað kann kanska samanberast við hvat fólk høvdu hugsað, um t.d. William Heinesen var konverteraður til islam.

Í ævisøguni um JHO Djurhuus verða tey mongu skøldini í sjóvarættini umrødd og um Jóhann stendur m.a.:
Klovningur kom í sinni hansara, eitt stríð millum ta norrønu dýrdina og tann evangeliska kristindómin. Endin var at Óðin mátti lúta.

Tað er ikki trupult at ímynda sær, at hjá Sloan man tað hava kenst sum ein styrki, at hava andaligan felagsskap við eitt stórmenni sum Jóhan við Sjógv.

Copyright © 2019 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo