Sloans Hús
Tinghúsvegur
FO-100 Tórshavn
tel. (+298) 31 23 34

Tórshavnar Kommuna eigur Sloans Hús og hevur latið tey til Samkomuna í Ebenezer at reka og ráða yvir.

William G. Sloan, trúboðari, sum kom til Føroya úr Skotlandi í 1865, búði í húsunum.

Hvør var so Sloan - ofta nevndur „Gamli Sloan“.

Í innganginum til bók sína „Men Gud gav vøkst“ skrivar Sigurd Berghamar, soleiðis: „Hugsa tær, at tú ert staddur niðri við ósan, har sum Havnará rennur út í Eystaruvág. - Hetta er fyri stórthundrað árum síðani, seinast í 1860-árunum.

Tú hoyrir sang og fert eftir ljóðinum, aftur um húsini Undir Kjallara, har sum Sjóvinnubankin er nú. ((nú Trygd)). Uppi á Doktaragrund stendur ein ókunnumaður og syngur. Fólk, ið búgva har uttanum, hava gloppað vindeyguni, og nøkur, kanska mest børn, standa uttanum. Maðurin syngur „gudiligar“ sangir, og hann hevur óvanliga vakra rødd. Men hetta er nakað nýtt og líkist als ikki tí, tey eru von við.

Hann heldur eina stutta talu á donskum máli, men tað hoyrist at hann er ikki dani.

Onkur veit at siga, at hetta er William Sloan. Hann er úr Skotlandi og hevur verið nakrar ferðir og ferðast í føroyskum bygdum og talað Guds orð. Tey vita at siga, at maðurin er sera vinaligur, og at børnini plaga at flokkast um hann, tá hann kemur.“

Sigurd Berghamar endar inngangin í bókini soleiðis: „Vit kunnu loyva okkum at brúka orðini í 1. Kor. 3,6 soleiðis: William Sloan plantaði, aðrir vatnaðu, men Gud gav vøkst.“

Í Sloans Húsum er gongd, køkur, stór stova og lítil stova. Uppi á loftinum eru vesi/bað og tvey kømur.

Húsini verða mest brúkt til fundarvirksemi og eru væl egnaði til tað. Vanliga hevur Evangeliska Røddin hevur sínar fundir í Sloans Húsum.

Vetrarmánaðirnar koma ymiskir bólkar regluliga saman í húsunum til bíbliutímar og bønarløtur. Nevnast kann: Kvinnur, eldri menn, og ungdómur.

Copyright © 2017 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo