Sálmabókagrunnurin  -  Songbók Guds Fólks

Petur Háberg skrivar í 1976:
„Søgan um hina andaliga sangin á føroyskum er ikki long, men tó hevur tað óivað sín týdning fyri yngra liðið at vita eitt sindur um hana.

1920 - 1923
Jens av Reyni sigur í bók síni „Sálmar okkara“, at hann í 1920 bar upp á mál við Victor Danielsen, at vit áttu at fingið teir sálmar, vit nýttu við samkomur okkara, á føroyskum. Úrslitið var, at um jóltíðir 1920 gav Jens av Reyni út savnið „Sálmar“ við 85 andaligum songum. Hendan bók varð so væl fagnað, at longu í 1922 kom hon út aftur, hesa ferð økt til 121 sangir.
Í 1923 kom eitt uppískoyti til hesa bók, soleiðis at talið nú varð økt til 179. Tá kom steðgur í hesa útgávu frá „Jens av Reyni's Bókahandli“.
Í bókini „Søgur um Sangir“ verður m.a. soleiðis tikið til: „Tað hevði ómetaliga stóran týdning, táið trongdin kom upp í trúgvandi Føroyingar at kunna syngja hin nýggja sangin á føroyskum, at menn tá vóru, sum brennandi í andanum vóru førir fyri bæði at týða og yrkja sangir, sum gingu fólkinum til hjarta“. M. A. Jacobsen skrivaði í „Varðanum“ í sambandi við „Sálmar“ frá 1920 og 1922 m.a.: „Tað er ivaleyst, at øll, ið lesa hesar sálmar, vilja sanna, at teir eru lættir at skilja, og eg haldi ikki, at nakar av røttum kann finnast at tí málsliga búnanum, sálmarnir eru klæddir í. Málið er yvirhøvur gott og fellur væl og náttúrliga og hóskar eisini væl við innihaldið, ið er einfalt og fábroytt. Sálmar sum hesir, ið eru týddir við skaldsligum hegni, vilja altíð ganga at hjartanum“. Eini 10 ár seinni tekur Chr. Matras soleiðis til í „Varðanum“: „Stóran málsligan týdning hava tær bøkur við føroyskum sálmum, sum brøðrasamfelagið gevur út, tí hesir sálmar hava verið sungnir av fólki úr øllum trúarfeløgum. V. Danielsen hevur yrkt og týtt flestallar sálmarnar, og tað er einki yvir at dylja, at hesin maður hevur sjáldsamar skaldsligar gávur“.
Og kanska vit her skulu nevna tað, sum ein trúgvandi maður hevur skrivað: „Eg havi sagt tað fyrr, og eg sigi tað aftur nú: Tað var gott, at tað var ein maður við sonnum skaldagávum, sum fór undir hetta verk og ikki evnaleysir rímsmiðir“!

1928 - 1932
Nøkur ár vórðu føroyskar og danskar bøkur nýttar saman á møtunum. Men í 1928 gav samkoman í „Betesda“ í Klaksvík út eina „Evangeliska songbók“ við bæði føroyskum og donskum sálmum, tilsamans 355 í tali.
Og í 1930 gav samkoman í „Bethel“ í Vági eina bók út við 311 sálmum. Av teimum vóru 51 føroyskir. Í 1932 kom „Guds Fólks Songbók“ út, í varðveitslu hjá Jens av Reyni. Í hesi bók vóru 428 sangir, mest ætlaðir til nýtslu á møtum fyri trúgvandi. Hóast fátæktin var nívandi í Føroyum tá, er hetta tann songbókin, sum mest hevur verið gjørt burturúr viðvíkjandi prenting og útsjónd í heila tikið, og var hon eisini ein sera vøkur og íheimlig bók.

1939 - 1946
Tað koma av og á smærri bøkur og hefti við evangeliskum songum, og gav „Ebenezer“ eitt savn av hesum songum út í 1939, „Evangelisk Songbók“ við 358 songum og sálmum. Eisini “Ebenezer“ læt í 1942 “Guds Fólks Songbók“ prenta uppafturi 2. óbroyttu útgávu.
Í 1946 gevur Victor Danielsen út aftur hesar báðar seinast nevndu bøkurnar, óbroyttar og í tveimum bókum: „Guds Fólks Songbók“ fyri seg og „Evangeliska Songbók“ fyri seg.

1952 - 1976
So koma vit til árið 1952. Tá fer „Nýggja Forlagið“ í Fuglafirði at geva út allar sangirnar og sálmarnar, ið prentaðir høvdu verið áður og nýggjar sangir afturat, í einari bók, „Songbók Guds Fólks“. Her kom nummarrøðin upp á 1152 - helst hitt hægsta talið í nakrari songbók í Norðanlondum.“
Í útgávuni frá 1976 eru 1192 sálmar, og Petur Háberg endar eftirmælið soleiðis:
„ ...tá nú seinasta hond er løgd á verkið, so er tað við teirri vón og inniligu bøn, at Harrin skal kunna nýta bókina til signingar fyri fólk sítt og til vakningar fyri tey, ið ikki kenna hann“.

2015
1. mars 2015 kom SANGBÓK GUDS FÓLKS út av nýggjum, hesaferð nevnd NÝGGJA SANGBÓK GUDS FÓLKS.
    Í fororðunum skrivar Sálmabókagrunnurin:
    "Allur andaligur sangur hevur sín uppruna í lovsongi til Harran og er sprottin av takksemi fyri alt tað, sum hann hevur gjørt fyri eina falna mannaætt. Hesin andaligi sangurin hevur havt ómetaliga stóran týdning og verið til ríka signing – eisini her í Føroyum.
    Í samkomum okkara hevur sangurin havt sín stóra leiklut. Heilt frá byrjanini, tá ið skotski trúboðarin William G. Sloan í 1865 kom til Føroya og fór at kunngera gleðiboðskapin, var tað ikki minst sangurin, ið slóðaði fyri boðskapinum.
    Tey fyrstu árini varð sungið á donskum, tí einki føroyskt tilfar var, men líka síðan tann fyrsta samkoman varð íbirt, hevur móðurmálið havt sítt natúrliga pláss í gudsdýrkanini. Og trongdin eftir eisini at syngja á føroyskum máli hevði við sær, at tann fyrsta sangbókin á føroyskum varð útgivin longu fyri 95 árum síðani.
    Í 1920 heitti Jens av Reyni á Victor Danielsen, sum frammanundan hevði týtt onkran sang, um at fara undir at umseta sálmar til føroyskt við útgávu fyri eyga. Jens skuldi sjálvur geva teir út. Úrslitið var, at tann fyrsta lítla sangbókin, Sálmar, longu kom út fram móti jólum 1920 við 85 sálmum. Onnur útgáva av Sálmum kom í 1922, og tá vóru teir 121 í tali. Í 1923 kom aftur eitt hefti, kallað Nýggir sálmar við 58 sálmum, talmerktir uppeftir frá nr. 121 til 179.
    Í 1928 gav samkoman í Betesda út sangbókina Evangelisk songbók við bæði føroyskum og donskum sálmum, 355 í tali, sum Victor Danielsen og Elieser Poulsen løgdu til rættis. Samkoman í Bethel gav í 1930 út bók við 311 sálmum, av teimum vóru 51 føroyskir. Í 1932 kom Guds Fólks Songbók út við 428 sálmum, sum allir vóru á føroyskum máli. Henda bókin kom út aftur í trimum óbroyttum útgávum: 1932, 1942 og 1946.
    Gjøgnum tríatiárini komu fleiri hefti við sálmum. Hesi vórðu í 1939 savnað og útgivin í Evangelisk songbók við 358 sálmum. Henda bókin varð prentað aftur óbroytt í 1946. Nýggir sálmar hildu á at koma, og í 1942, 1946 og 1949 komu út hefti, nevnd Nýggir andaligir sangir, við tilsamans 170 sálmum og sangum.
    Í 1952 savnaði Victor Danielsen so allar sálmar og sangir, ið áður høvdu verið prentaðir, og nýggjar aftrat í Songbók Guds Fólks við 1125 sálmum og sangum. Nýggja Forlagið í Fuglafirði gav út.
    Í 1976 kom økt og endurskoðað útgáva av Songbók Guds Fólks við 1192 sálmum og sangum. Hesi 24 árini, frá 1952 til 1976, vóru komnir nógvir sangir aftrat, og fleiri hefti við sálmum og sangum vóru eisini útgivin í hesum tíðarskeiði, m.a. Ungdómssangir, sum sangkórið í Betesda gav út í 1963.
    Leingi hevur tørvur verið á nýggjari bók, og hesi sløku 39 árini, síðani 76-bókin kom, eru alla tíðina nýggir sálmar og sangir yrktir og týddir. Nógvir av teimum eru við á plátum, bondum og fløgum, og mangir hava staðið í sangheftum og tíðarritum, eitt nú heftunum, sum hvørt ár verða prentað í sambandi við summarlegurnar í Zarepta, í Lova Harranum, sum er útgivið í Eysturoynni, í Fagnaðarljóð, sum samkoman í Ebenezer hevur givið út, og í Leirkerinum.
    Hóast henda bókin í vavi og sniði er øðrvísi enn undanfarnar útgávur, so er grundarlagið 1976-bókin. Einir 250 sangir eru tiknir úr, nakrir fáir eru við aftur úr 52-útgávuni, og út ímóti 550 sangir eru nýggir í bókini. Talið er nú komið upp á heilar 1504 sálmar, sangir og kór, og tað eru stívliga 300 fleiri enn í síðstu útgávu. Umframt nýggjar sangir og kór og nakrar barna- og ungdómssangir eru eisini kendir føroyskir upprunasálmar og –sangir tiknir við. Millum hesar er tjóðsangurin.
    Av og á hevur verið tosað um at finna bókini nýtt navn, og ymiskar meiningar eru sjálvandi um hetta. Avgjørt er at kalla bókina Nýggja Sangbók við undirheitinum Guds Fólks. Aftan fyri hetta heitið liggur m.a. tað, sum Dávid syngur í Sálmi 40: „Og Hann legði í munn mín nýggjan song, lovsong til Gud okkara.“ Vit hava fingið ein nýggjan sang í hjartað og eina søgu at siga, sum altíð er nýggj. Og ynski okkara er, at henda nýggja, stóra sangbókin í nýggjum sniði og nýggjari uppseting skal kennast endurnýggjandi fyri alt Guds fólk í Føroyum og verða ein nýggj hjálp og ein nýggj signing fyri land og fólk.
    Strembað hevur verið eftir at fáa loyvi frá øllum teimum, ið hava yrkt og umsett teir sálmar og sangir, sum ikki vóru við í fyrru útgávunum. Hesaferð eru sangirnir settir í fleiri vegleiðandi deildir enn fyrr, og uppsetingin er eisini broytt soleiðis, at hon nú er í versformi.
    Effzett við Flóvini Tyril og Zachariasi Zachariassen gjørdu stórt forarbeiði, og Øssur Berghamar hevur alla tíðina verið hollur í ráðum. Anna Simonsen tók sær av tí grafiska arbeiðinum.
    Viðhvørt verður spurt, um tørvur framvegis er á sangbók. Tøkniliga menningin er jú stór, og tað hevur m.a. við sær, at tekstirnir ofta verða uppvarpaðir. Nógvar góðar grundgevingar eru kortini fyri at geva sangbókina út aftur. Gott er at hava bókina hjá sær á møti og at kunna geva sangir út, sum hóskandi eru til boðskapin. Bókin verður heldur ikki bara nýtt á møtum og øðrum samkomum, men eisini heima við hús, á arbeiðsplássum, sjúkrahúsum, ellisheimum og umborð á skipum. Sangbókin er eisini eitt slag av andaktsbók, sum er hent amboð at seta orð á nógvar og fjølbroyttar støður – á sjógv og landi, burturi og heima og í gleði og sorg.

Á 76 ára føðingardegi sínum 4. september 1914 flutti William G. Sloan foldum frá. Á gáttini til himmalska bústaðin hoyrdist hann fleiri ferðir endurgeva kenda, enska sálmin við niðurlagnum:

On Christ, the solid Rock, I stand.     Á klettin Krist mín vón er bygd,
All other ground is sinking sand          ta einu grund, ið stendur trygt.

Nú hundrað ár eftir hesa heilsan William G. Sloans lata vit sangbókina frá okkum í vón og bøn um, at hon verður til signing fyri tjóð okkara.

1. mars 2015

SÁLMABÓKAGRUNNURIN

Meta av Fløtum, Tórshavn
Jóannes Hansen, Toftir
Árni Jacobsen, Klaksvík
Jógvan á Lakjuni, Fuglafjørður
Niels Johannessen, Hoyvík
Alexander Samuelsen, Tórshavn
John í Skemmuni, Porkeri"

Copyright © 2017 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo