Sendingar hjá Evangelisku Røddini

Høvuðsvirksemið hjá Evangelisku Røddini í dag er nærvarpssendingar á útvarpsstøðini R7, sum hoyrist um landið alt.

Sent verður regluliga:

"Á Torginum" týskvøld kl. 21.00 (Endursend sunnudag kl. 12.30)
Ofta verður sent beinleiðis, við áhugaverdum gesti í útvarpsstovuni, har lurtararnir eisini fáa høvi at ringja inn. Høvi verður givið til vitnisburð. 

"Kelduvaðið" sunnukvøld kl. 20 (Endursend hóskvøld kl. 21)
Kelduvaðið verður ofta sent úr Klaksvík. Vanliga verður eitt orð lisið. Síðan er ein tala at hoyra. Eisini verða góðir sangir spældir.

Copyright © 2017 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo