Malta
Vinkelvej 2
DK-9850 Hirtshals
Telefon: (+45) 98 94 43 70 ella (+45) 98 94 43 74
Fartelefon: (+45) 40 34 73 94
Teldupostur: This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.
Heimasíða:  http://malta-hirtshals.dk/foroyskt/index.html



Sjálveigandi stovnurin Malta, Klaksvík, fór at virka í 1984, tá Malta-húsini á Vinkelvej 2, í Hirtshals vóru keypt.

Endamál stovnsins er at nýta hesa ogn fyrst og fremt til kristiligt arbeiði fyri føroyskar sjómenn, sum koma til Hirtshals, og eisini fyri føroyingar, sum búgva í Hirtshals og har um leiðir. Somuleiðis fyri danir og aðrar, ið skuldu haft áhuga fyri at komið inn á gólvið. Dentur verður lagdur á at reka evangeliskt virksemi.

Malta er ein sjálvsognarstovnur við tilknýti til Brøðrasamkomurnar í Føroyum og er nú samkoma sett á stovn, sum eisini hevur innivist í húsunum.

Sunnudag kl. 11.00 Minnismáltíð Harrans
Sunnudag kl. 13.00 Sunnudagsskúli
Sunnudag kl. 18.00 Evangeliskur fundur
Mikudag kl. 20.00 Bønar- og Uppbyggingarfundur
Fyrsta hóskvøld í hvørjum mánaði kl. 20.00 er kvinnufundur

Fyrsta vikuskifti í hvørjum mánaði skipar Malta fyri evangeliskum fundum í ymiskum býum "Suðuri á landi" sum tað verður kallað, t.d. í Esbjerg, Sønderborg, Vejle.


Hesi manna nevndina í Malta:

Kristian Martin Rasmunssen
Mikkjal á Bergi
Jógvan Høj
Eyðun Løkságarð
Eyðun Elttør
Gulak Madsen
Edmund Joensen


Hann læt stormin vendast í stilli,
bylgjurnar rundan um teir tagnaðu;
glaðir vóru teir, tí av stilti,
og Hann leiddi teir inn í havnina,
ið teir tráaðu eftir.
Sálm. 107.29,30

Copyright © 2017 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo