Ljóð og video

Mær leingist at síggja staðin - M. C. Restorff

M. C. Restorff syngur saman við Erlu Bech Nolsø og Randi Nolsøe til nýggjársveitsluna í Ebenezer 30. desember 2017.

 

Nr. 1346 í Nýggju Sangbók Guds Fólks 

Orð: Victor Danielsen

Lag: Knút E. Háberg

 

1. Mær leingist at síggja staðin,

sum ævigt grundaður er,

mær leingist at síggja dagin,

sum ei mót náttini ber.

Men, Harri, enn meir mær leingist

at síggja andlit títt,

av tráan mítt hjarta treingist,

at alt skal verða nýtt.

2. Eg veit væl, staðurin stendur,

tó fjaldur enn fyri mær,

mín sál mót honum sær vendir,

tó eygað enn ei hann sær.

Men tá tað, sum nú eg trúgvi,

eg skal við undran sjá,

tá eg í tí staðnum búgvi

– hvør mangan betri tá.

3. Eg veit væl, lívssólin lýsir,

um døkt og dimt er her,

tann trúgv mær leiðina vísir

á hesi troyttandi ferð.

Men tó – hvør munur at ganga

í ljósu himmalsku borg

hin æviga dagin langa,

ei kenna sakn, ei sorg.

4. Eg veit tað, Gud, eg skal liva

í ævir eins og tú,

um enn eg ofta má biva

í deyðans landi nú.

Men, á, tú kennir tað, Harri,

hvør djúp mín tráan er

at kenna og vita teg nærri,

enn hjartað dugir her.

5. Tó – kanska ein tungan tíma,

tá sorgin nívir mítt sinn,

tá dagur á fold man skýma,

og tár mær renna á kinn –

eitt ljós skal á himli skyggja,

basúnin siga mær

og mongum, sum tráliga hyggja,

at nú er Jesus nær.

Copyright © 2019 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo