Ljóð og video

Eg hoyrdi einglasong - 1319 í Nýggju Sangbók Guds Fólks

Felagssangur frá sjónvarpsmøti í Zarepta 23. oktober 1988.

 

Orð og lag: Ray Overholt

Týtt: Zacharias Zachariassen

 

1. Eg hoyrdi einglasong

dynja: Halleluja!

Eitt veldigt himmalskt kór tað var.

Eg hoyrdi einglasong:

Prísið Jesu navni!

Himmalkórið sang uppi har.

 

Niðurlag: Eg hoyrdi túsund lúðrar blása til hans æru

søguna kæru

um Guds Lamb, sum dripið varð.

Eg hoyrdi milliónir prísa Jesu navni.

Himmalkórið sang uppi har.

 

2. Eg hoyrdi dýran song

ljóma út úr Himli,

eitt fagurt, óhoyrt tónalag.

Eg hoyrdi hvøllan song,

spæl og einglarøddir,

sál mín rivin við varð og glað.

 

3. Eg fall á knæ og bað,

tá tey høvdu sungið,

tey róptu: Amen! øll í senn.

Eg fall á knæ og bað:

Gævi eg í Himli

kórið hoyri einaferð enn!

Copyright © 2019 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo