Ljóð og video

Eitt navn er yvir øllum øðrum nøvnum - 1021 í Nýggju Sangbók Guds Fólks

Felagssangur frá sjónvarpsmøti í Betesda 21. desember 1986.

Klaver: Jógvan við Keldu

Orgul: Gerhard Tróndheim

 

 

Orð og lag: Allan Törnberg

Týtt: Petur W. Háberg

 

1. Eitt navn er yvir øllum øðrum nøvnum,

tað, sum Gud til frelsu gav;

tað navnið sungið er um allan heimin,

yvir land og yvir hav.

 

Niðurlag: Himmalsk glæma er um navnið Jesus,

tað navnið, sum av øllum ber,

tí einki annað navn kann frelsu geva –

einki navn sum Jesus er.

 

2. Sum morgunstjørnan lýsir navnið Jesus,

gjøgnum myrku syndanátt;

tað gevur mót og birtir vón í vanda,

veitir veikum sálum mátt.

 

3. Tað ber ein sælan frið til kvølfult hjarta,

ger, at lívið verður ljóst;

hvør bylgja legst, og hvør ein stormur tagnar,

sum kann øsa upp mítt bróst.

 

4. Tá hvørt eitt navn so einaferð skal hvørva,

navnið Jesus standa skal;

tað undurfult skal lýsa allar ævir

yvir song og hørpuspæl!

Copyright © 2019 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo