Ljóð og video

Á, Gud, vár hjálp í farnu tíð - 20 í Nýggju Sangbók Guds Fólks

Ebenezerkórið syngur til sjónvarpsmøti í Ebenezer 15. januar 1989.

Ólavur Jøkladal stjórnar kórinum.

 

 

Orð: Isaac Watts

Lag: William Croft

Týtt: Victor Danielsen

 

1. Áh, Gud, vár hjálp í farnu tíð, 

vár vón í ókend ár, 

várt skýli gjøgnum storm og stríð 

í dag eins og í gjár! 

 

2. Tín armur tínum heiløgu 

ein fullgóð verja er, 

í lívd av náðitrónuni 

teim einki skaða ger. 

 

3. Tú ert tann Gud, sum broytist ei, 

tann sami, sum tú var, 

tá verðin fram av ongum steig 

við boðinum frá tær. 

 

4. Í tínum eygum túsund ár 

sum skuggin svinna brátt, 

sum stund, sum dagurin í gjár, 

sum stutta vakt á nátt. 

 

5. Sum streymur skjóti tíðin fer, 

ber síni børn avstað, 

sum dreymur skjótt tað gloymt alt er, 

ið tykist stórt í dag. 

 

6. Áh, Gud, vár hjálp í farnu tíð, 

vár vón í ókend ár, 

ver lívd ígjøgnum storm og stríð 

í dag eins og í gjár!

Copyright © 2019 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo