Kristniboðssambandið
Landavegur 98
FO-100 Tórshavn
tel. (+298) 32 02 01

Kristniboðssambandið er sjálveigandi stovnur við tilknýti til Brøðrasamkomurnar í Føroyum. Felagsskapurin eigur og rekur ognina við Landavegin 98, Tórshavn.

Kristniboðssambandið hevur til endamáls at hjálpa og stuðla trúboðarum, sum virka út frá samkomunum av brøðrum í Føroyum.

Eisini verður virkað fyri at kunna um trúboðaravirksemi bæði fjar og nær.

"Úti á Fløtum“, sum staðið vanliga verður nevnt, er ymist virksemi. Evangeliska Røddin hevur upptøkustudio og band- og fløgutænastu í húsunum. Ung og eldri hava høvi at royna seg við sangi og tónleiki í góðum studio. Fløgurnar sum EvR gevur út verða gjørdar Úti á Fløtum.

Eisini NTM, New Tribes Mission, føroyska deildin, hevur skrivstovu í húsunum hjá Kristiboðssambandinum. Símun í Túni, ættaður av Toftum, sum er trúboðari í Venesuela, er leiðari í NTM, Føroya Deild.

Vetrarmánaðirnar savnast ung til ymisk tiltøk Úti á Fløtum.

Nevndarlimirnir í Kristniboðssambandinum eru:

Karl Jóhan Nielsen, Vatnsoyrar, formaður
Justinus K. Eliassen, Leirvík
Hjørleif Vang, Kaldbak
Magni Jacobsen, Klaksvík.


So hoyrdi eg HARRAN siga: "Hvønn skal Eg senda,
hvør vil bera boð fyri Okkum? "Og eg svaraði:
"Her eri eg – send meg!" Esaias 6,8
Copyright © 2017 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo