Netvarp

R7 - Savn

Forfatter: Bárður Norðberg

Útimøtir á ólavsøku

Á ólavsøku vera útimøtir hildin á trappuni uttanfyri Ebenezer, bæði kvøldini kl 21. Á skránni verður tala, felagssangur og sersangur. Manskórið í Ebenezer syngur til útimøti ólavsøkuaftan og Ebenezerkórið syngur ólavsøkudag. Møtini vera netvarpaði á youtube rásini hjá EvR.TRÝST HER fyri at hyggja....
Read More

Ein sangbróðir fyllir áttati

Í 1959 kom ein myrkhærdur unglingi av Sandi til Havnar. Hann fór at arbeiða hjá Peturi í Gong, har hann lærdi til húsasmið. Hann varð andaliga vaktur og fór at ganga á møti í Ebenezer. Hann tók eina andaliga støðu og fór at savnast við øðrum ungum í samkomuni....
Read More

Hjúnabandið – partur av Guds fyriskipanum

Harrin Gud Jehova hevur á Sín undurfulla og fullkomna hátt latið hvørt einasta hjúnaband á jørð millum ein mann og eina kvinnu avmynda og umboða tríggjar av teimum mest týðandi og sentralu fyriskipanunum, sum Hann í Sínum alvísa ráði hevur lagt til rættis fyri mannaættina, samkomu og brúður Sína....
Read More

Boð Guds til samkomu Sína

HARRIN segði: “Farið út í heimin við evangeliinum” – ikki morali og etikki Tað einasta, ið kann bjarga falnu mannaættini undan fortaping, er at samkoman aktar boð HARRANS og fer út at boða evangeliið um hin krossfesta og upprisna KRISTUS JESUS. Hinvegin er tað ímóti Guds boðum og ein...
Read More

Ikki reisa tær nakran minnisstein tí slíkt hatar HARRRIN Gud tín

Í 5. Mós. 16:22 fær Guds jørðiska fólk hesi beinleiðis boð, og frá permu til permu talar Orð Guds greitt ímóti sjálvdýrkan, sum enntá var upprunin til syndafallið. Nei, “Harran Gud tín skalt tú tilbiðja, og Honum eina skalt tú tæna.” (Matt. 4:10) Vit liva í dag í einari...
Read More

Hin gloymda tænastan? At geva til Harrans verk

Nakrar bíbilskar meginreglur um at geva: Hóast Orð Guds greitt lærir, at “ein og hvør” trúgvandi “hvønn fyrsta dag í vikuni” (tvs. regluliga) “í loyndum” “skal leggja nakað burturav” til Harrans verk, so er vandi fyri, at henda læra og lív fer at vikna í samkomuni, so hvørt sum...
Read More

Er ring samvitska av tí ringa?

Sum smádrongur varð eg lærdur, bæði heima og í sunnudagsskúlanum í Betesda, hvussu nógv tað er vert at varðveita eina vakta og virkna samvitsku ígjøgnum lívið, tí uttan hana verður tú líkasælur um synd í dagliga lívinum. Eg minnist enn, hvussu hugtikin eg var, tá ið eg sum smádrongur...
Read More

Útimøtir á ólavsøku 2022

Samkoman í Ebenezer skipar, sum vant, fyri útimøtum á trappuni uttanfyri Ebenezer ólavsøkuaftan 28. juli og ólavsøkudag 29. juli kl 21. Aftaná møtini verður bjóða til opið hús í Ebenezer. Hesi møtir vera eisini netvarpaði og kunnu síggjast við at trýsta á reyða knøttin “Netvarp” á ovasta breddanum. Beinleiðis...
Read More

Poul Jóhan vitjar í Hirtshals

Poul Jóhan Djurhuus vitjar í Hirtshals í døgunum 19. juli og nakrar dagar fram. Hann verður við til regluligu møtini á Malta, og eisini er ætlanin at vitja fólk í samkomuni, og um møguleiki býðst at vitja umborð á skipunum við lesnaði og hava møti. Poul Jóhan sigur, at...
Read More