Akurin
Postrúm 40
FO-700 Klaksvík
tel. (+298) 22 72 99
teldupostur: This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

Akurin er stuðuls felagsskapur við tilknýti til Brøðrasamkomurnar í Føroyum og hevur til endamáls at hjálpa og stuðla trúboðarum, sum virka út frá samkomunum av brøðrum í Føroyum.

Eisini verður virkað fyri at kunna um trúboðaravirksemi bæði fjar og nær.

Tað var í 1967, at einstaklingar fóru undir at samskipa hjálp op stuðul til føroysku trúboðaranar sum virka fyri Harran.

Seinni varð arbeiðið víðkað og lagt í fasta skipan í felagsskapinum „Akurin“. Í dag eru 44 trúboðarar á listanum hjá Akrinum.

Eisini skipar Akurin fyri, at eini 700 fólk kring landið, fáa regluliga brøv frá trúboðarunum.

Hesi manna nevndina í Akrinum:
Beinta Vang 
Ester Mikkelsen 
Bogi Simonsen
Victor Nielsen
Jan Petersen

So hoyrdi eg HARRAN siga: "Hvønn skal Eg senda,
hvør vil bera boð fyri Okkum? "Og eg svaraði:
"Her eri eg – send meg!" Esaias 6,8

Copyright © 2017 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo