KELDUVAÐIÐ 14. apríl

Pálmasunnudag 14. apríl kl. 20.00 á R7, sum hoyrist um alt landið á FM102 og FM107,1
MC og Birgir Sigurðsson syngja "Heldur akker títt, tá ið stendur á," - (nr. 1036).
Kvartettin í Betesda syngur "Undurfulla frelsu fann eg," - (nr. 615). 

Orðið fyri dagin. Evni: "Vei mær, tað er úti við mær."
Kirstin Andreasen syngur "Tað kemur ein tími hjá tær og hjá mær" - (nr. 1187).
VITIN syngur "Um friður sum flóðin skal fylla meg her," - (nr. 583). 

Levi Joensen talar - Evni: "Hyggið maðurin!".
VITIN syngur "Krossins træ er bjartur viti," - (nr. 1169).
Vegna Páskasendingar, verður hendan sendingin endursend hóskvøldið 25. apríl.

EvR-sendingar á R7 um páskirnar

Skírisdagur 18. apríl kl. 14.00 og 22.00 - "Jesu líðingarsøga – hoyrispæl" - 1. partur.
Langafríggjadag 19. apríl kl. 14.00 og 22.00 - "Jesu líðingarsøga – hoyrispæl" - 2. partur.
L
eygardag 20. apríl kl. 14.00 og 20.00 - Sangur og tala - Páll Poulsen talar um evnið "Krossfesting Kristusar". 
Páskadag kl. 14.00 og kl. 20.00 - "Jesu líðingarsøga – hoyrispæl" - 3. partur.
2. Páskadag Kl.14 og kl. 20.00 - Sangur og tala - J. E. Østerø talar um evnið "Uppreisn Jesusar".
Týsdag 23. apríl - Torgið.
Hósdag 25. apríl - Kelduvaðið - Endursending frá 14. apríl - Levi Joensen talar.

Á Torginum 9. apríl á R7

Á Torginum 9. apríl kl. 21 á R7. 

Upplestur úr bókini Hebrearabrævið – Inn, inn um forhangið. Jóhan Larsen lesur.

Petur W. Háberg – Hvar skal eg fara? Fyrstu ferð send á Trans World Radio 7. februar 1967.

Eisini verður góður tónleikur at hoyra.

Eirikur Norðberg leggur til rættis.

Sendingin verður endursend sunnudag kl 12.30.

Copyright © 2019 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo