Væl eydnað evangeliskt tiltak á skotsku oynni Mull í Innaru Hebridunum

15. - 29. apríl 2019 skipaði felagskapurin Atlantic Mission fyri evangeliskum tiltaki á oynni Mull, ið er við Skotsku strondina, nakað norðanvert Glasgow.
     23 fólk vóru við á ferðini, teirra millum umleið helmingurin ung fólk, sum saman við hinum luttakarunum – og í fagrasta summarveðri, gingu i øll húsini við innbjóðingum og smáritum, og náddu sostatt allarflestu av teim 3.000 íbúgvunum í oynni – Svenning av Lofti sigur í tíðindaskrivi, at henda ferð teirra eydnaðist sera væl.
     Nakrir útifundir vóru í ymiskum bygdum, umframt møtir í ymiskum samkomuhølum.
     Meðan flestu av luttakarunum ferðaðust flogvegis, so var skipið Juvél 2 eisini ein partur av hesum

Les meira

TRANS WORLD RADIO

MAROKKO, TRANS WORLD RADIO
OG EVANGELISKA RØDDIN
- fruktagott samstarv

Kristiliga tíðindasendingin vitjaði í Gibraltar eftir páskir, tí ynski var at síggja yvir Gibraltarsundið og yvir á  Norðurafrikanska landið Marokko, har havnabýurin Tanger liggur. Tað var nevniliga frá hesum býi, ið TRANS WORLD RADIO (TWR) hevði sína allarfyrstu radiosending.

Tað var við serligum kenslum at standa ovarliga á Gibraltar-klettinum (The Gibraltar Rock) og síggja

Les meira

Bønarløtan - mai

Bønarløtan fyri mai er komin, og fæst eisini í pdf-format. TRÝST HER

Kristniboðssambandið gevur bønarløtuna út.

KELDUVAÐIÐ 5. mai

Sunnudagin 5. mai kl. 20.00 á R7, sum hoyrist um alt landið á FM102 og FM107,1.
"Tað kemur ein tími hjá mær og hjá tær" - Kirstin Andreasen syngur - (nr. 1187).
"Hvíl nú tínar troyttu føtur," - Miriam Carlsen syngur saman við Betesdakórinum.
Orðið - úr Bankabók Trúarinnar - Jóhan við Neyst, lesur.
"Tað er ein kelda," - Miriam Carlsen syngur. 

Poul Færø talar um evnið "Í Kristusi" - Upptøka úr Elim í Søldarfirði í 2014.

Les meira

Copyright © 2019 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo