KELDUVAÐIÐ 08. oktober

Sunnukvøldið kl. 20.00 á R7, sum hoyrist um alt landið á FM102 og FM107.
 
Takkar- og lovsangsmøti við sangi og upplestri úr Betesda í Klaksvík í sambandi við 100-ára hátíðarhaldið.

F
rásøgn:  Tóra við Keldu. 
Boðskapur:  Jógvan Høj.

Sendingar í samband við 100-ára haldið hoyrast eisini á www.Betesda.fo  undir teiginum “Miðlar”

Kelduvaðið verður endursent hóskvøld kl. 21.00.

Á Torginum 10. oktober á R7

Á Torginum týskvøldið 10. oktober kl 21 á R7.

Lisið verður úr bókini “Sornhúsfólkini”. Absalon Absalonsen skrivaði og Heri Tróndheim lesur.

Eisini verður góður sangur at hoyra.

Eirikur Norðberg leggur til rættis.

 

Sendingin verður endursend sunnudag kl 12.30.

Á Torginum 3. oktober á R7

Á Torginum týskvøldið 3. oktober kl 21 á R7.

Lisið verður úr bókini “Sornhúsfólkini”. Absalon Absalonsen skrivaði og Heri Tróndheim lesur.

Bæði felagssangur og sersangur verður at hoyra

Jacob Olsen – Trygd og vissa. Sent á Trans World Radio 10. januar 1967.

Eirikur Norðberg leggur til rættis.

Sendingin verður endursend sunnudag kl 12.30.

Kelduvaðið 1. oktober á R7

Sunnukvøldið 1 oktober kl. 20.00 á R7 sum hoyrist um alt landið.

Minnissending um tænara Harrans Zacharias Zachariassen, sum andaðist 21. august 2017. Jógvan Zachariassen hevur samrøðu við pápa sín í Lívdini í Hoyvik um at “vera gamal.”

Vit hoyra góðar sangir sum Zacharias hevur yrkt og týtt í hesi sendingini.

Endursent verður hóskvøld kl. 21 á R7. FM. 102 og FM.107

Sendingar okkara vera eisini lagdar út á heimasíðuna R7.fo, har tær altíð kunnu hoyrast.

KELDUVAÐIÐ sunnukvøld kl 20.00 og hóskvøld kl. 21.00

Á TORGINUM týskvøld kl. 21.00 og sunnudag kl. 12.30. 

Mynd: jogvanz.org

Copyright © 2017 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo