RÁS2

Á Torginum týskvøldið  31. juli kl. 21.00 á RÁS2 
Endursending frá 26.04.11
Gestur: Sunneva Hermansen
Vertur:  Absalon Absalonsen 
 
Kelduvaðið 03. august
Sending, sum varð tikin av skránni vegna ”G”

 

TORGIÐ týskvøldið

Sera áhugaverd sending á Torginum 17.07 kl. 21.00
Ung kvinna úr Rumenia – Elena Axiniet - er gestur. Hon er leiðari fyri Reyða Kross í Rumenia.
Hon er vælútbúgvin og undirvísur á universitetinum,
Hon kennir nógvar føroyingar og hevur verið sera hjálpsom móti teimum, sum koma til landið við neyðhjálp,
og luttekur sjálv í arbeiðinum, serstakliga sum tolkur.
Hon stendur í løtuni á odda fyri saman við føroyingum at seta á stovn ein hjáparskúla fyri sigøjnarabørn 
 
Á Torginum 17.07
Gestur Elena Axinet úr Rumenia
Absalon Absalonsen leggur til rættis.

KELDUVAÐIÐ á RÁS2

KELDUVAÐIÐ sunnudagin 15. juli kl.21.00 
Orðið fyri dagin - "Dúvan fann sær eitt hvíldarstað" - Gunnleyg lesur 
Tala:  Jóhan Syderbø - Evni: "Kann eg ivast." 
Endursent: hóskvøldið 19. juli kl. 21.00 
------------------------------------------------------------------------------------- 
KELDUVAÐIÐ sunnudagin 22 juli kl.21.00 
Orðið fyri dagin - "Skal eg fara við tómum hondum" - Gunnleyg lesur 
Tala:  Pól Jóhan Djurhuus - Evni: "Hann kom - Hann fór - Hann kemur." 
Endursent: hóskvøldið 26. juli kl. 21.00

DANMARK

Hóskvøldið 12. juli kl.19.30 verður føroyskt møti á Nótaverkstaðnum, Cosmos, í havnalagnum í Hirtshals.
 
Møtini verða vanliga rópt Skagerakmøtini, og kemst hetta av, at møtini byrjaðu fyri 30 árum síðani, tá ið føroyska fiskiveiðan var í hæddini í Skagerakkinum  og føroyingar í stórum tali landaðu í Hirtshals.
 
Tað var Levi Joensen, sum tók stig til hesi møtini, sum hava verið hildin á hvørjum summari síðani, tí kunnu vit eisini kalla tey SUMMARMØTINI.
 
Møtini á Nótaverkstaðnum vóru byrjanin til virkið á Malta, sum enn koyrir við fullum blóma. Á Malta eru møtir hvønn sunnudag: Kl.11.00 breyðbróting og kl.18.00 evangeliskt møti. Hvørt mikukvøld kl.20.00 er bønar- og uppbyggingarmøti. Øll eru vælkomin til hesi møtini.
 
Tú og øll onnur eru hjartaliga vælkomin til føroyska møti hóskvøldið á Nótaverkstaðnum, Cosmos, sum liggur á Notkajen 2, Østhavnen, Hirtshals. Har verður tala, solo, felgassangir og vitnisburður. Bjóðað verður til drekka eftir møti.
 
Um onkur vil vita meiri, er ein vælkomin at seta seg í samband við Malta, tlf: 98944370 ella +298 228314 ella This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.
 
Møtitíðirnar á Skagerakmøtunum eru fylgjandi:
 
Hóskvøldið 12. juli kl.19.30  
Hóskvøldið 26. juli kl.19.30 
Hóskvøldið 9. august kl.19.30

Copyright © 2019 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo