KELDUVAÐIÐ sunnukvøldið 26. februar

Við Kelduvaðið sunnukvøldið 26 Febr. Kl. 21.00
Sent verður úr Klaksvík.
Richard Danielsen. Talar.
Evnið: Ein skjót ferð gjøgnum søgu Ísraels. (Seinni partur) 
Endursent verður hóskvøldið 1. mars Kl.21.00 
Lagt til rættis hava Gunnleyg Kallsberg og Victor Dánjalsson. 
Tøkningur er Kári Vitalis.

KELDUVAÐIÐ sunnukvøldið

Við Kelduvaðið, sunnukvøldið 19 februar Kl.21.00
Sent verður úr Klaksvík.
Richard Danielsen: Talar,
Evnið. Ein skjót ferð gjøgnum søgu Ísraels. (Fyrri partur)
Endursent verður hóskvøldið 23 Febr. Kl. 21.00
Lagt til rættis hava Gunnleyg Kallsberg og Victor Dánjalsson. 
Tøkningur er Kári Vitalis.

Sebastian Edelmann í Føroyum

Trúboðari frá Child Evangelism Fellowship vitjar aftur í Føroyum.

Í døgunum frá 22. februar til 5. mars vitjar trúboðarin Sebastian Edelmann í Føroyum. Hetta er hansara fjórða vitjan her.
   Sebastian er 57 ára gamal og vaks upp í komunistiska Ungarn. Hann hevur lisið gudfrøði í Budapest. Í 1977 giftist hann við Georginu, og eiga tey 5 børn. Í 1982 flýddu tey vestur um og búsettust í Týsklandi. Men, í 2008 fluttu tey aftur til Ungarn.
   Sebastian hevur arbeitt í úti við 30 ár við Child Evangelism Fellowship (CEF), ið er ein felagskapur, ið serliga arbeiðir ímillum børn. Hann hevur arbeitt í ymiskum eystureuropeiskum londum og eisini verið leiðari hjá CEF í Ukraina og Belarus (Hvíta Russlandi), har meir enn 40 fulltíðararbeiðarar virka. Hesir náa meir enn 50.000 børn árliga.
    Í 2007 bleiv Sebastian leiðari yvir arbeiðinum hjá CEF í mið Europa, og var tað í hesum sambandi, at tey fluttu aftur til Ungarn.
   Vitjan Sebastians til Føroya fyrstu ferð í 2004 hevði serligt tilknýti til leguarbeiðið í Zarepta við ynski um ráðgeving og stuðul úr Føroyum. CEF arbeiðir við legum fyri børn í Ukraina, og visti onkur í leiðsluni har um leguarbeiðið í Zarepta.
   Á hvørjum ári fer fram innsavning millum leguluttakararnar í Zarepta til tiltak, ið nevnist ”Hini”. Hendan innsavning verður latin til ymiskt kristiligt arbeiði ímillum børn og ung uttanlands. - Zarepta hevur tey seinastu árini latið tað, ið savnað verður inn til ”Hini”, til arbeiðið hjá CEF í vestur Ukraina.
   Í 2007 var so farið undir at byggja leguhús í vestur Ukraina, tætt við markið til Ungarn. Fyrsti bygningurin var tikin í nýtslu summarið 2008, og hava legurnar verið væl vitjaðar.
   Arbeitt verður nú við at fyrireika bygging av næsta bygninginum til legurnar.
   Á ferðini í Føroyum kemur Sebastian Edelmann at vitja nakrar samkomur kring landið.

Skráin fyri vitjanini verður hendan:
Filadelfia Gøta  hóskvøldið  23. februar  kl. 20.00
Bethel Vágur  fríggjakvøldið 24. februar kl. 20.00
Hermon Norðdepil  sunnumorgun 26. februar kl. 11.00
Betesda Klaksvík  sunnukvøldið   26. februar kl. 18.00
Samkoman í Marknagili mánakvøldið 27. februar kl. 20.00
Nazaret Kaldbak  týskvøldið  28. februar kl. 20.00
Berøa Runavík  mikukvøldið 29. februar kl. 19.30
Mizpa Eiði   hóskvøldið    1. mars     kl. 20.00
Ebenezer Tórshavn  sunnumorgun   4. mars     kl. 11.00
Kedron Sørvágur  sunnukvøldið   4. mars     kl. 18.00

EIN BRANDUR 70 - Karstin Hansen skrivar:

Ein sannur brandur gerst sjeyti

Tað munnu vera fá, sum ikki kenna navnið Øssur Berghamar. Nevnir tú navnið Øssur, ja so hugsar tú um Ríkissjúkrahúsið, og tá ið Ríkissjúkrahúsið verður havt á munni, ja so hugsar tú um Øssur.

Les meira

Copyright © 2018 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo