Kristnastova flaggdagin

Sunnudagin 25 apríl, kl. 16 hevur Kristnastova kristiligan fund í Føroyahúsinum á Vesterbrogade 17A.

Hendan seinnapartin verður felagssangur við kendum sangum og sálmum, men eisini fer Kvinnukórið í Kristnastovu at syngja nakrar sangir. Øssur Berghamar talar, og eftir fundin verður ein drekkamuður at fáa. Øll eru hjartaliga vælkomin at vera við.

kelda: 123.fo

Copyright © 2018 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo