IKTUS í Løkshøll

Sjónvarpsrásin IKTUS fer at hava eitt LIVE sjónvarpskvøld úti í Løkshøll í Runavík leygarkvøldið 8.mai.

Tá eru 2 ár liðin síðan IKTUS varð stovnað.

Í hesum sambandi kemur Betesdakórið við góðum gomlum sangum at hava eina "Gaither" framførslu við kóri og solistum; kapelmeistari verður Torkil Mørkøre.

Endamálið við sangkvøldinum í Løkshøll 8. mai er at hátíðarhalda 2 ára dagin við einum góðum hugnaligum tiltaki og at gera vart við sjónvarpsrásina.

IKTUS er ein sokallað free-to-air rás, t.v.s. hon krevur einki kort, er ókeypis at síggja, og verður fíggjað við stuðlum og gávum. Tað eru ikki nokk stuðlar enn til at IKTUS kann halda á at víðka senditíðina og sendistøðir.

Hetta kvøldið verður tí eisini høvi at tekna seg sum stuðul, bæði á staðnum og gjøgnum telefon ella teldupost, tí ynski er at fólk í Suðuroy og aðrastaðni eisini skulu síggja IKTUS.

Allir fastir stuðlar, bæði "gamlir" og nýggir, fáa eina DVD ella fløgu, sum er framleidd til endamálið. Tað er ein upptøka av einum góðum sangkvøldi, sum bólkurin VITIN úr Klaksvík hevði í Løkshøll í nov. 2009.

Tað verður ókeypis atgongd til sangkvøldið og øll eru vælkomin í Løkshøll at hoyra góðu gomlu sangirnar og tað, sum annars verður at síggja og hoyra og at fáa ein góðan drekkamunn í steðginum.

Live á IKTUS!
IKTUS fer at senda tiltakið beinleiðis og byrjað verður at senda ymiskt tilfar kl 18:00. Tiltakið í Løkshøll byrjar kl 19:00. Annars fæst meira at vita seinni á heimasíðuni.

kelda: iktus.fo

Copyright © 2018 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo