Doulos Longri livitíð

Tænarin Doulos fer at halda á at veita vón til Singapore.

SINGAPORE 18. mars 2010
Ognarskapurin av MV Doulos, sum er skrásett sum heimsins elsta sjófarandi ferðamannaskip, var alment avhendaður í dag, til ein kristnan buisnessman  Eric Saw, Director & Chief Exectutive í BizNaz Resources International Pte Ltd í Singapore.
Hetta er als ikki fyrstu ferð, at Eric Saw hevur verið í samband við hetta sermerkta skipið. Familja mín og eg hava fleiri ferðir verið umborð, tá skipið hevur vitjað í Singapore segði hann. Men tað kom mær ongantíð til hugs, at vit ein dag skuldu gerast umsitarar av hesum serliga, søguliga skipi! Vit síggja Harrans hond og vilja, klárt í hesi avhendan, og biðja eftir, at vit mugu vera verdigir og trúfastir tænarar.
Mark Dimond, Director of Marine Operations hjá OM skipunum, skrivaði undir vegna reiðaríið. Hann segði soleiðis: Tá eg av fyrstani tíð fór við Doulos sum 3. meistari í januar 1978, hevði eg onga hóming av, at skipið fór at verða í tænastuni í so mong ár. Gud brúkti mína tíð umborð at læra meg so nógv um Seg sjálvan, og er tað ein framíhjárættur at hava sæð hvussu Gud hevur talað til so mong onnur, sum hava vitjað ella tænt umborð gjøgnum árini. Eg ynski Eric Saw Guds ríku signing við hansara framtíðar ætlanum.
Eftir at skjølini vóru undirskrivað, var ein avhendingarløta umborð, við eina skipasmiðju í Jurong, har vit gleddust um tey 32 árini, skipið hevur verið í tænastu og takkaðu Gudi fyri sítt trúfesti. Vertir fyri hesi løtuni vóru tey, ið eftir eru av manningini umborð, íroknað skiparin, Dirk Geuze, sum fyri stuttum kom umborð eftir at tíðin í Singapore bleiv longd, Harald Smit, Company Representative & Technical Manager, sum í løtuni tænir umborð sum maskinstjóri, seinasti manningarstjórin umborð, Seelan Govender og Mark Dimond. Eric Saw og nakrir innbodnir gestir vóru við til hesa løtuna. Fríggjadagin 19. mars, fer Eric Saw at vera vertur fyri einum takkar døgurða umborð á sínum Stewords Riverboat.
Peter Nicol, CEO fyri OM Ships International, sum ikki fekk verið við til avhendingina, segði: Tilgongdin at taka Doulos úr tænastu og selja skipið vísti seg at vera torfør og avbjóðandi. Vón okkara frá byrjan av var at finna eina loysn, so skipið kundi varðveitast, og eg eri sera glaður um, at ein avtala er gjørd við Eric Saw. Tað gleðir okkum almikið, at Doulos framvegis fer at tæna kristnum og øðrum í Singapore. Vit takka Gudi fyri, at Hann læt hesar dyrnar upp.
Eftir umvælingar og viðlíkahaldsarbeiði, ætlar Eric Saw, at skipið skal vera atkomiligt hjá almenninginum, frá einum føstum atløguplássi. Sjálvt um skipið enn einaferð hevur skákað sær undan upphøgging, sær tað út til, at siglingardagarnir eru av. Ætlanirnar innibera eina spennandi framvísing umborð, sum skal siga frá søguni hjá skipinum, sum fraktskip, vaktarskip, flóttafólkaskip, fyrsta klassa cruice line'ari og í nýggjari tíð, flótandi bókasøla og heim fyri meir enn 300 fólkum frá fleiri enn 50 londum.
Treytað av at vit fáa neyðug loyvir frá teimum ymsu myndugleikunum, ynskja vit at hava matstovur og kaféir, hvørt við sínum tema, eina bókasølu og ein sal til skeið, conferansur og brúdleyp segði Eric Saw.  vit ætla eisini at skipið skal hava sín leiklut sum sjósavn, har víst verður runt umborð. Frá einum kristnum sjónarhorni, vóna vit eisini at kunna hava ein lítlan bíbliuskúla, sum vit vónandi einaferð fáa skipað fyri umborð. Skúlin fer í høvuðsheitum at hava skeið, ið ikki geva diplom, sum leik fólk, sum hava nógv um at vera, kunnu koma á og vaksa í teirra kristna lívið. Nakað, sum vit fara at miða ímóti, er at halda á við tí undurfullu mentanini, sum hevur verið so sjónlig, hvørja ferð ein er komin umborð á Doulos - ein mentan av kærleika, vinalagi og samfelag. Hetta verður tó torført at uppnáa!
Eric Saw hevur eisini eina navnabroyting í huga. Tá hann kennir seg klárt leiddan av Esaias 49,6, sigur hann Ætlan okkara er at geva skipinum navnið Doulos Phos, tá skipið í síni nýggju rollu verður bæði ein tænari og eitt ljós.
Eric Saw rekur eisini Stewords Riverboat (www.riverboat.com.sg), ein áarbátur, uttan motor (Mississippi-style), sum liggur við kai við Marina South Pier, hesin báturin er ein platformur fyri fleiri ymsum funktiónum, so sum: breyðbróting og eina kafé við tema sum bíbliu innspireraðan mat og samfelag.
Tey síðstu 32 árini hava fleiri enn 21 milliónir vitjandi verið umborð á MV Doulos , í 603 havnum í fleiri enn 104 londum. Hesa tíðina hevur skipið siglt fleiri enn 350.000 sjómíl  sum er tað sama sum at sigla runt jørðina 16 fer! Í tænastu hjá OM Ships International síðani 1978, hevur skipið tænt væl, veitt kunnskap, hjálp og vón til milliónir av menniskjum í og kring heimsins havnarbýir.
CEO Peter Nicoll segði soleiðis Vit síggja Guds trúfesti gjøgnum hesi 32 árini av undurfullari tænastu, við 'tænaranum'  Doulos  sum ein framúrskarandi OM tænasta. Nógv lív eru umbroytt, bæði hjá vitjandi og teimum, sum hava tænt umborð.
OM Ships International heldur fram við sínum virki, við Logos Hope, sum kom í tænastu í 2009 og sum í løtuni tænir oyggja samfeløgunum í Karibiska Havinum. Fyri at fáa tey síðstu tíðindini og meir kunning kann ein vitja www.omships.org.
Ken Miller
Director of Communications
OM Ships International
Eisini vegna:
Eric Saw
Director & Chief Executive Steward
BizNaz Resources International Pte Ltd
kelda: nordlysid
Copyright © 2018 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo